Munnligur fyrispurningur til Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í
almannamálum, viðvíkjandi mannagongdum í ábyrgdarbýtinum á dagstovnaøkinum
millum land og kommunu
1. Tá ivamál er um, hvørt eitt barn er fevnt av dagstovnalógini ella
forsorgarlógini, og barnið ikki hevur ansingartilboð, eigur tá Almannastovan
ella kommunan at veita barninum ansingartilboð?
2. Hvør hevur ábyrgdina av at veita barninum ansingartilboð, meðan slíkt
mál er til viðgerðar í kærunevndini?
Tað eru tíverri fleiri børn við serligum tørvi, sum detta niður ímillum
ábyrgdarøkið millum land og kommunu, og sum harvið hvørki fáa ansingartilboð
frá kommununi sambært dagstovnalógini ella ansingartilboð frá Almannastovuni
sambært forsorgarlógini. Hesi børn og foreldur teirra eru í ringast hugsandi
støðu, tí í flestu førum kann ongin annar enn foreldrini ansa teimum. Hetta
rekur foreldur av arbeiðsmarknaðinum út í arbeiðsloysi, og enn verri kunnu
hesi foreldur ikki fáa arbeiðsloysisstuðul, tí tey eru ikki tøk á
arbeiðsmarknaðinum, av tí at tey mugu vera heima hjá barni við serligum
tørvi. Hóast vit hava ikki minni enn tvær lóggávur – dagstovnalógina og
forsorgarlógina – sum hvør í sínum lagi hevur føgur rættindi til børn uttan
og við serligum tørvi, so verða hesar lógirnar í ov stóran mun misnýttar til
at skúgva ansingarábyrgdina fyri barni við serligum tørvi á hin
myndugleikan. Støðan er ótolandi. Summi foreldur umhugsa at flyta uttanlands
í vón um betri tilboð aðrastaðni, onnur flyta av landinum, meðan fleiri eru
í døpurhuga og vita ikki síni livandi ráð.
Bill Justinussen

