Hvør er høvuðsuppgávan hjá sitandi samgongu hiðani og til valið?
Hvørji óloyst mál verða loyst hiðani og til valið?
Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann
1. Hvør er høvuðsuppgávan hjá sitandi samgongu hiðani og til valið?
2. Hvørji óloyst mál verða loyst hiðani og til valið?
Tíðindastreymurin seinastu vikuna ber ikki boð um væleydnaðan politikk hjá
ABC-samgonguni.
Stjórin í Nærverkinum boðar frá, at ”sparingarnar innan Nærverkið eru tær
ógvusligastu, sum hon veit um”.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur um fíggjarlógaruppskotið, at ”tað er av
handahógvi merkt, og at karmarnir fyri føroyskt vinnulív eru so óstabilir,
at tað er óforsvarligt.”
Felagið Javni mótmælir alment fráboðaðu sparingunum á almannaøkinum. Felagið
sigur seg stúra fyri avleiðingunum av at spara 12,5 mió. krónur, sum serliga
raka serforsorgina. Javni óttast, at sparingarnar fara at raka tey veikastu,
sum tørva hjálp til nærum alt, og sum longu eru rakt av sparingum.
Blaðstjórin á Sosialinum skýrir public service sáttmálan millum
Mentamálaráðið og Kringvarpið fyri eina ólukku. Hann sigur, at
landsstýriskvinnan við hesum hevur lagt eina køvandi hond yvir føroyskar
fjølmiðlar.
Og størstu yvirskriftirnar tók fyrrverandi Fólkafloksmaðurin í 40 ár Poul
Michelsen. Um samgonguna sigur hann stutt og greitt, at hon við sínum
innanhýsis blokeringum elvir til ábyrgdarloysi og leti.
Samgongan fær vánalig skoðsmál úr øllum hornum samfelagsins. Áhugavert er at
frætta, um samgonguleiðarin framhaldandi heldur tað vera rætt at sita við
valdið, nú hvørki sosialpolitikkur ella vinnupolitikkur tykist vera á
rættari leið. Nógvar royndir eru gjørdar at fremja skilagóðan politikk, men
sum nýggjasti andstøðutingmaðurin so rætt vísir á, eru tað blokeringarnar,
sum vinna á skilagóðum politikki. Tí eigur løgmaður at taka støðu til
veruleikan og greiða Tinginum frá sínum ætlanum.
Glyvrar, hin 18.10.2010
Bill Justinussen

