UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Spurningar til Hans Paula Strøm um sjúkuna CTD

Meðan heimurin annars fyrireikar seg sum best í sambandi við nýggju beinkrímsjúkuna, eru nakrar føroyskar familjur og einstaklingar, sum undrandi og ikki sørt rødd, enn bíða eftir almennari kunning og tilmæli um CTD sjúkuna, sum longu hevur tikið lívið hjá mongum av teirra kæru. 
Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í Heilsumálum 06.05.09
1: Hvusu nógvir føringar eru sjúkir og hvussu nógvir eru berarar av sjúkuni CTD.
2: Eru rættningslinjur gjørdar fyri diagnostisering av sjúkuni, og eru virðini fyri nær tú ert ávíkavist sjúkur ella berari av sjúkuni endaligt fastløgd?
3: Er rætt, sum ført verður fram, at føringar gjalda alt ov høgan prís fyri hvørja diagnosustillandi kanning- tí hesar kunnu gerast í Týsklandi fyri ein brotpartprís av tí kostnaði, vit gjalda danskari starvsstovu?

Viðmerkingar:
Meðan heimurin annars fyrireikar seg sum best í sambandi við nýggju beinkrímsjúkuna, eru nakrar føroyskar familjur og einstaklingar, sum undrandi og ikki sørt rødd, enn bíða eftir almennari kunning og tilmæli um CTD sjúkuna, sum longu hevur tikið lívið hjá mongum av teirra kæru.

6. oktober 2008 bar Sosialurin tíðindi um eina deyðiliga sjúku, greinin nevnist Duld Dreparasjúka í Føroyum. Í greinini stendur at lesa, at sjúkan fyrstu ferð var kend í 1995, og yvirlækni upplýsir í greinini, at mong kunnu vera deyð av sjúkuni. Eisini lat Flemming Skovby, professari og gengranskari á Ríkissjúkrahúsinum okkum vita, at um tey, ið hava sjúkuna, ikki verða funnir og koma í viðgerð, doyggja hesi longu sum børn- ella av hjartasteðgi, tá tey eru vaksin

Í greinini boðaði Landstýrismaður í heilsumálum frá, at sjúkan hevur, óvanliga stóran títtleika millum føroyingar – nógvar ferðir størri enn arðastaðni í verðini, og at hettar mál verður tikið í stórum álvara.

Tann 3. apríl 2009 veit Dimmalætting, undir yirskriftini, Eitt makaburt roknistykki um lív, at siga, at landsstýrismaðurin enn bíðar eftir einum tilmæli frá landslæknanum, eitt tilmæli, sum m.a.skal brúkast til at finna útav, um tað loysir seg at finna teir føringar, sum eru sjúkir ella berarar.

Kostnaðurin fyri at kanna føroyingar fyri sjúkuna CTD sigst, sb. omanfyrnevndu grein í Sosialinum, vera kr.7.500,00 fyri hvønn, tað vil siga áleið kr. 360 milliónir fyri allar føringar, um hetta verður gjørt á donskum starvsstovum.

Móti hesum verður av einum áhugabólki fyri sjúk ført fram, at prísurin í Týsklandi er kr.100,00 fyri hvørja carnitin/genkanning, tvs. minni enn 5 mió. fyri allar føringar.

Jenis av Rana

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net