UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Spurningar til Rósu Samuelsen

Hvussu hevur fyribyrgjandi heilsuskipanin fyri børn og ung, sum varð samtykt á Føroya Løgtingi fyri góðum 4 árum síðani, roynst? Serliga verður hugsað um lógarfestu kanningarnar av børnum og ungum í skúlaárum? 

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í Almanna- og heilsumálum h. 6. Mei 2009.

Hvussu hevur fyribyrgjandi heilsuskipanin fyri børn og ung, sum varð samtykt á Føroya Løgtingi fyri góðum 4 árum síðani, roynst? Serliga verður hugsað um lógarfestu kanningarnar av børnum og ungum í skúlaárum?

Viðmerkingar:
h. 27 apríl 2005 feldi Løgtingið uppskot frá Miðflokkinum um nýggja landsskúlalæknaskipan. Vikudagin eftir, h. 4 mei 2005, samtykti Løgtingið nýtt uppskot frá landsstýrismanninum í heilsumálum um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung. Endamálið við báðum hesum lógunum var m.a. at betra heilsustøðuna hjá øllum børnum og ungum í Føroyum og tryggja børnum og ungum heilsugóð barnaár við góðum kørmum og høgari lívsgóðsku.

Staðfest var, at á fleiri skúlum hevði eingin skúlalækni verið í starvi í longri tíð. Hetta førdi við sær, at nógvir skúlanæmingar ikki høvdu fingið fyribyrgjandi heilsukanningar hjá skúlalækna í áravís.

Grundleggjandi skuldi samtykta uppskotið m.a. tryggja øllum børnum og ungum 9 kanningar hjá lækna, 7 í barnaárum og tvær í skúlaárum, og eina støðuga góðskumenning av hesum fyribyrgjandi heilsutiltøkunum.

Nú skipanin virkar á 5. ári, hevði verið ynskiligt at frætt, hvussu hon hevur roynst. Hvussu læknakanningin í skúlaárunum, sum so gott sum heilt var dottin burtur, virkar, og um skipanin livir upp til endamálið, ið lýst er í lógarviðmerkingunum. Eisini hevði verið áhugavert at sæð taltilfar yvir kannaði børn og ung, og frætt hvussu hesar kanningar hava roynst- bæði fyribyrgjandi og diagnosticerandi.

Jenis av Rana

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net