Hevur løgmaður umhugsað at skriva út nýval ella at umskipa samgonguna?
havnin h. 06.11.2010
Munnligur fyrispurningur til Løgmann Kaj Leo Johannesen.
Sp. 1:
Hevur løgmaður umhugsað at skriva út nýval ella at umskipa samgonguna?
um svarið til omanfyristandandi spurning er ja:
sp. 2: nær kan føroya fólk so vænta hesa broyting?
Um svarið er nei:
Sp. 3: hvørjar atgerðir ætlar løgmaður so at taka fyri at endurreisa álitið á samgonguna og politisku skipanina?
viðmerkingar:
Yvirskiriftir, sum søguliga fara at standa sum varðar yvir ABC samgongurnar verða óivað: ótaldar ósemjur, átalur frá eftirlitsmyndugleikum, valdsmisnýtsla og manglandi sosialt fyrilit. Ósemjur, sum, fyri at endurgeva ein av samgongunnar stóru profilum, gera, at í hvussu so er ein av samgonguflokkunum er í upploysn. Hartil koma óhoyrt hvassar átalur frá fremstu eftirlitsmyndugleikum okkara- bæði landsgrannskoðaranum og Løgtingsins Umboðsmanni, har hesin seinasti beinleiðis leggur samgongupolitikkarar undir valdsmisnýtslu. Og sosialt er samgongan vorðin kend fyri síni inntriv, sum so gott sum bert eru vend móti teimum veikastu, teimum á niðastu samfelasrókunum.
Umframt beinleiðis vandarnar, ið standast av politikki, ella kanska rættari sagt manglandi politikki, samgongurnar, er tað neiliga árinið,
ið lív og levnaður samgongunnar hevur á hugsan vanliga føringsins og á virðingina fyri politikki og politikarum. Eitt vandamikið neiligt
árin á unga ættarliðið og eitt vónbrot fyri farandi, har gjørdar avtalur vórðu hildnar, har valdsmisnýtsla varð mett revsiverd og har virðingin fyri gránandi hárunum var sjálvsøgd, lærd okkum- og verd at fylgja!
Jenis av Rana

