Tað var ein gleðidagur, tá tað eydnaðist at fáa sannført landsstýrið um at rætt var at bjóða ungum føroyskum gentum vaccinatión móti herviliga HPV virusinum, sum kann elva til krabba í lívmóður-hálsinum.
Hvussu eru royndirnar av vaccinatiónunum móti HPV virus?
Hvussu stórur partur av teimum árgangum av gentum, ið hava fingið tilboðið, hava tikið av tilboðnum?
Hvussu nógvar í øðrum árgangum hava latið seg vaccinera?
Eru ætlanir um at víðka tilboðið til aðrar aldursbólkar av kvinnum?
Eru ætlanir um at bjóða dreingum/ monnum vaccinatón móti HPV virus?
Viðmerkingar:
Nú vaccinan hevur verið roynd í 2 ár, hevði verið áhugavert at frætt hvussu hendan hevur roynst. Hevur eydnast at fingið undirtøku fyri vaccinuni, hvussu stórur partur av teimum, sum kunnu verða vaccineraði ókeypis hava tikið av tilboðnum, og hava kvinnur eldri enn hesar valt at lata seg vaccinera, við tí kostnaði tað krevur?
Millum tey serkønu eru fleiri og fleiri, ið meta at rætt er eisini at bjóða ókeypis vaccinuna til kvinnur í aldursbólkinum 16 til 26 ár. Hetta mælir serfrøðin til, tí kanningar, t.d. í Danmark, vísa, at fleiri enn 4 út av fimm kvinnum í hesum aldrursbólkui eru ikki smittaðar við HPV virus. Mett verður, at vaccinatión vildi forða fleiri enn 2000 donskum kvinnum at gjørst sjúk av lívmóðurhálskrabba og bjaga fleiri enn 600 frá deyða.
Við øðrum orðum hevur vísindin í dag somu argumentir fyri at vaccinera hendan aldursbólk, sum vísindin fyri fáum árum síðani hevði fyri at byrja núverandi vaccinatión av teimum yngru kvinnunum. Her er talan um at bjarga lívum, heilt at rudda burtur lívmóðurhálskrabba- og peningaliga er talan um íløgu, sum væl og virðiliga vinnur seg aftur.
Kanningar í Danmark vísa eisini, at í økjum har múgvandi búgva er talið av vaccineraðum ungum væl hægri enn í socialt verri stillaðum økjum. Dømi um hetta eru Hørsholm, har helmingurin av teim millum 19 og 23 hava goldið fyri at verða vaccinerða meðan færri enn 10 % í Ishøj hava megnað hetta.
Eisini kjakast tey serkønu nógv um, um ikki dreingir eisini eiga at fáa boðið hesa vaccinuna, tí HPV virusið eisini kann viðføra krabba hjá teimum, í kynsgøgn og aðrastaðir. Hendan spurning eiga vit at umrøða og taka støðu til.
Jenis av Rana

