UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Ungdómsumboðan

Munnligur fyrispurningur til løgmann
1. Ætlar løgmaður at fylgja Løgtingssamtyktini frá 5. apríl 2005 um
ungdómsumboðan í almennum nevndum, ráðum og stýrum?

2. Í hvussu stóran mun verður hugsað um at velja ungdómsumboð, tá
almennar nevndir, ráð og stýri verða mannað?

Eftir uppskoti frá Miðflokkinum samtykti Løgtingið 5. apríl 2005 soljóðandi
uppskot um ungdómsumboðan í almennum nevndum, ráðum og stýrum:

Løgtingið heitir á Landsstýrið um at kanna, hvussu føroyski ungdómurin kann
fáa økta ávirkan í samfelagnum, herundir í hvønn mun føroyskur ungdómur skal
hava, og møguliga verður tryggjaður, umboðan í almennum nevndum, ráðum og
stýrum.

Hóast lang tíð er fráliðin, er onki ítøkiligt arbeiði gjørt fyri at tryggja
føroyskum ungdómi skipaða politiska ávirkan.

Ongin ivi er um, at ungdómsumboðan í almennum nevndum, ráðum og stýrum vildi
bøtt um dygdina og breiddina í dagliga arbeiðnum. Ung hugsa øðrvísi og
skapandi, tí tey síggja heimin við nýggjum eygum. Ein skipan við
ungdómsumboðan hevur tann eyka fyrimun, at útskiftingin av nevndarlimum er
stútt og støðug, og harvið verða íkastini frá teimum ungu altíð nýggj.

Tey, sum hava fylgt við átøkunum hjá politisku ungmannafeløgunum, vita, at
tey ungu hava nógv upp á hjarta, og at har eru mong, sum eru vælbrynjað at
taka á seg uppgávur sambært uppskoti Miðfloksins um ungdómsumboðan. Eisini
vil ungdómsumboðan kveikja politiskan áhuga millum ung og eggja til virkna
luttøku. Stórar samfelagsútbyggingar standa fyri framman umframt
bygnaðarbroytingar á fleiri mótum, sum ávirka gerandisdag teirra ungu
almikið, tí er bæði rætt og rímiligt, at ung verða við í tilgongdini.

Á Glyvrum hin 21. februar 2011

Bill Justinussen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net