Uppskot til løgtingslóg um fosturtøkunevnd
§ 1. Landsstýrismaðurin setur nevnd at taka sær av at ráðgeva teimum, sum ætla at søkja um fosturtøkuloyvi.
§ 2. Í nevndini sita ein sálarhirði, ein sosialráðgevi og ein løgfrøðingur.
§ 3. Nevndin skal útgreina tørvin og fáa til vega neyðugu hjálpina, sum krevst í einstaka førinum, eitt nú fíggjarliga, læknaliga (heruppií psykiatriska hjálp) og hjálp til burturættleiðing.
§ 4. Landsstýrismaðurin ásetir starvsskipan nevndarinnar eftir tilmæli frá nevndini.
§ 5. Ein og hvør lækni, sum skal taka støðu í fosturtøkumáli, hevur undir ábyrgd eftir læknalógini § 6 skyldu til at vissa sær, at kvinna, sum søkir fosturtøku, hevur havt møguleika at søkja sær hjálp hjá nevndini.
§ 6. Almannastovan hevur um hendi skrivstovuhald nevndarinnar.
§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almennar viðmerkingar
Ein avgerandi fyritreyt fyri galdandi fosturtøkulóg frá 1956 (lógbókin 4. bind, bls. 3087) er holl ráðgeving frá sokallaðu “mødrehjælpen”, sum í Danmørk virkaði í statsligum regi til 1973 og í 1983 varð endurstovnað í privatum regi.
Slík ráðgeving fekst ongantíð at virka í Føroyum.
Ein fyribilsskipan varð sett í verk, soleiðis at læknin, sum fremur fosturtøkuna, og annar lækni í Føroyum koma í staðin fyri “mødrehjælpen”.
Tíverri stendur henda fyribilsskipan enn við.
Uppskotssetararnir halda, at ráðgevingin eigur at fáast upp á eitt støði, sum upprunaliga var ætlanin, tá ið lógin fekk gildi í Danmark.
Tí verður sett fram uppskot um, at sett verður serlig nevnd at ráðgeva í slíkum málum.
Aðalmál nevndarinnar er at finna einstøku umsøkjarunum alternativ til fosturtøku og á tann hátt minka um fosturtøkutalið í Føroyum.
Kostnaðurin av nevndini er trupul at meta frammanundan men verður leysliga mettur til nakrar hundraðtúsund krónur árliga.
Uppskot hesum líkt varð lagt fyri Løgtingi á vári 2005, men tikið aftur av uppskotsstillaranum undir aðru viðgerð í Løgtinginum.
Grundgevingin fyri afturtøkuni var, at landsstýrisamðurin í almanna- og heilsumálum hevði sannført meirilutan í trivnaðarnevndini um, at eitt sokallað ”ráðgevandi toymi” fór at verða sett, hvørs arbeiðssetningur m.a. fevndi um tey viðurskifti aktuella uppskotið viðvíkur.
Av tí at hendan av landsstýrismanninum ætlaði nevnd ongantíð er komin at virka, verður upprunauppskot Miðfloksins lagt fyri Løgtingið aftur til støðutakan.
Serligar viðmerkingar
Til § 1
Nevndin verður sett av landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum.
Til § 2
Við sálarhirða er hugsað um persón, sum hevur royndir innan sálarøkt.
Til § 3
Nevndin skal geva einstaka umsøkjaranum so góða ráðgeving sum gjørligt, soleiðis at settir verða upp møguleikar, so tað slepst undan fosturtøku.
Eitt nú at vísa á møguleikar í adoptións- og almannalóggávuni, vísa á viðgerðarmøguleikar (læknaligar/sálarligar) v.m.
Til § 4
Neyðugt er við einari greiðari starvsskipan, soleiðis at eingin ivi er um, hvussu farast skal fram í teimum einstøku førunum.
Til § 5
Tað er ikki ein skylda hjá einstøkum umsøkjara at venda sær til nevndina, men læknin, sum ger fosturtøkuna, hevur skyldu til at tryggja sær, at kvinnan veit, at nevndin er til, og at hon gevur ráð í fosturtøkuspurningum.
Til § 6
Hóskiligt er, at Almannastovan tilnevnir nevndini skrivara og skrivstovuhald, soleiðis at útreiðslurnar kunnu haldast niðri á einum so lágum støði sum gjørligt.
Til § 7
Áseting um gildiskomu.

