UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Uppskot til samtyktar

Uppskot til samtyktar um at landsstýrið heitir á donsku stjórnina um ikki at atkvøða fyri einum møguligum uppskoti í ST um at viðurkenna ein ” palistiskan stat ”.

Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið heitir á donsku stjórnina um ikki at atkvøða fyri einum møguligum uppskoti í ST um at viðurkenna ein ” palistinskan stat ”.

Viðmerkingar:

Seinni í hesum mánaðinum fer ST ivaleyst at atkvøða um at viðurkenna ‘palestinska statin’. Til henda ‘palestinska statin’ ætlar ST at tvinga Ísrael at lata burtur av sínum lítla landaøki, so tað verður nærum vónleyst at verja.

Flestu arabisku tjóðirnar viðurkenna ikki Ísrael sum sjálvstøðugan stat ella serskilda tjóð. Palestina varð sum kunnugt í 1921 býtt í tveir partar. Jødar fingu og góðtóku sítt land vestan fyri, og palestinar fingu sítt land eystan fyri ánna Jordan, sum teir tó ikki góðtóku. Aftur í 1947 staðfesti ST eitt uppbýti av landaøki til arabar og jødar. Við støði í hesum varð staturin Ísrael lýstur og viðurkendur í 1948.

Arabisku grannalond Ísraels hava ikki enn viljað givið palestinum eitt heimland burtur av teirra ovurstóru landaøkjum, heldur ikki hava teir boðið palestinum at verða integreraðar í arabisku grannatjóðirnar. Tey siga seg jú øll vera sama fólk við sama máli og somu trúgv.

Í royndini at skapa frið, gav Ísrael – í 2005 – Gaza frá sær til palestinar at ráða yvir. So skuldi alt verið gott, men úrslitið gjørdist, at yvirgangsfelagsskapurin Hamas tók ræðið í Gaza og gjørdi landslutin til eitt yvirgangsreiður, stuðlað við Iranskum rakettum at senda inn í Ísrael – einans fyri at oyðileggja og drepa so nógv sivilfólk í Ísrael sum gjørligt.

Tosið um ‘frið í Miðeystri’, um bert Ísrael letur meira og meira landaøki frá sær, er høpisleys hugsan. Ísrael er nevniliga einasta demokratiska land har á leið og virðir samstundis ST-mannarættindini.

Flestu føroyingar eru vinir Ísraels. Teirra vegna eigur løgtingið at heita á landstýrið um at boða donsku stjórnini frá, at hon ikki eigur at atkvøða í ST fyri einum ‘palestinskum stati’ í Miðeystri, soleingi leiðslan hjá palestinum, Al Fatah og Hamas, ikki vil góðkenna Ísraelska statin, men ynskir hann strikaðan av heimskortinum.

Havnin h. 3. sept. 2011

Karsten Hansen                             Bill Justinussen                              Jenis av Rana

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net