UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Uppskot um broyting í lóg um almannapensjónir

Miðflokkurin hevur lagt fram uppskot um at gera broyting í lóg um almannapensjónir, soleiðis at stuðul kann veitast ávísum heiluvági, ið sjúkrakassin ikki veitir stuðul til.

Miðflokkurin

Til Løgtingið

Løgtingsmál nr. 4/2009: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
almannapensjónir o.a.

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 108 frá 12. desember 2008, verður gjørd henda broyting:

Í § 12 b, stk. 2 verður eftir orðið sjúkrakassunum skoytt uppí orðini „tó eru vitaminir mineralir, kostískoyti og pínustillandi heilivágur, undantikin.“

§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:
Hin 3. desember 2008 legði landsstýriskvinnan í almannálum, Rósa Samuelsen, uppskot fyri Løgtingið um broyting í lóggávuni fyri teirri stuðulsskipanini, sum í dag verður brúkt at veita pensjónistum (fólka- og fyritíðar-) stuðul til heilivág. Í stuttum lógarfesti broytingin, ið varð samtykt hin 12.desember, at pensjónistar bert kunnu fáa stuðul til heilivág, ið sjúkrakassin frammanundan veitir stuðul til. Samstundis gav lógarbroytingin landsstýriskvinnuni heimild at broyta egingjaldið, ein heimild sum tíverri skjótt varð brúkt til at taka av lægsta gjaldið upp á kr. 200,- um ársfjórðingin.

Undir viðgerðunum á Løgtingi varð av fleiri ávarað móti hesum broytingum. Víst varð á vandan fyri, at fíggjarliga trongstaddir pensjónistar kundu koma í ta støðu ikki frameftir at hava ráð til týdningarmiklar heilivágir. Nevndir vórðu heilivágir sum vitaminir, mineralir, ymiskir náttúruheilivágir v.m., sum eru sera týdningarmiklir fyri hesar aldursbólkar, men sum lógarbroytingin tekur stuðulin frá, tí hesir heilivágir ikki fáa stuðul frá sjúkrakassunum.

Til uppáhaldið um at endamálið var at fáa til vega lógarheimild, ið ikki finst í dag, varð ført fram, at so var etiskt og sosialt rættari, heldur enn at leggja byrðar á frammanundan veikar herðar, at lætta um og lógarfesta rætt pensjónistanna til ta lógartulking, sum hevur vunnið hevd. Ein tulking, sum veitti pensjónistunum teir fyrimunir, sum lógarbroytingin nú fór at taka frá teimum.

Nevnast skal, at júst vitaminir fyri ikki so mongum árum síðani vóru ókeypis fyri pensjónistar. Tó varð hendan sera skilagóða skipan broytt vegna ótta fyri misnýtslu. Hesin óttin er ikki grundaður í dag, hugsa vit um teir møguleikar, ið dagsins teldustýring gevur bæði apotekum og læknum.

Undir viðgerðini varð alt tos kveistrað av borðinum, og nevndarviðgerðin bleiv kend fyri, at eingin serkunnleiki, hvørki apoteks- ella lækna-, tíansheldur pensjónista varð boðin til fundar. Hóast stødd í Løgtinginum fingu umboð pensjónista ikki høvi at bera fram teirra sjónarmið, og umvegis annað mál læt apoteksmyndugleikin frætta, at lógarbroytingin væntandi fór at kosta tí almenna meira, enn man væntaði at vinna. Tvs. at einasti virknaður fór at verða ein eyka rokning til pensjónistin.

Og so varð – longu nú vísa fyrstu heilivágsrokningarnar døpur tøl, sum styrkja óttan fyri, at serliga pensjónisturin, ið hevur fólkapensjónini sum einastu inntøku, skjótt kann koma í ta støðuna at skula velja millum mat/ klæðir ella vitaminir/ mineralir. Dømi eru longu frá pensjónistum, sum hava goldið heilivág síðani lógarbroytingina, sum vísir markant øktan kostnað. Meirkostnað, ið partvíst kemst av hækking av egingjaldinum frá kr. 200,- til kr. 400,- og av eyka kostnaðinum, sum omanfyrinevnda lógarbroyting hevði við sær.

Gott hevði verið at fingið rættað gjørd mistøk, áðrenn óneyðugar vanlukkur raka hesar veikastu samfelagsborgarar okkara, sum hava annað uppiborið á lívskvøldi sínum.

Møguliga er annar heilivágur enn tann, uppskot Miðfloksins nevnir, ið átti at verið tikin við. Um so er, verður heitt á nevndina um at gera neyðugu broytingina. Og staðiliga verður heitt á nevndina um at nýta tann møguleika, stýrisskipan og løgtingsskipan geva, at kalla inn til nevndarviðgerð allar partar, ið varða av hesum uppskoti. Her verður undir øllum umstøðum hugsað um umboð pensjónista og umboð fyri apoteksverk, sjúkrakassa og læknafelag.

Á Løgtingi, tann 29. juli 2009

Karsten Hansen                                                    Bill Justinussen                                               Jenis av Rana

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net