Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
§ 1
Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 9. februar 2001, verður gjørd hendan broyting:
1) Í § 14 verður sett inn nýtt stk. 4, sum verður soljóðandi:
”Stk. 4. Fyri arbeiðsleys, sum ikki ynskja at vera tøk at arbeiða fulla tíð, verður arbeiðsloysisstuðul roknaður við einum lutfalsligum lægri tímatali.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Viðmerkingar:
Samtyktin av lógini um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing má metast at vera millum tær fremstu, føroyskir politikarar hava framt.
Tíðin síðani hevur til fulnar prógvað virðið og týdningin av hesi lóg, bæði fyri hin einstaka og fyri tjóðina.
Tó eru nøkur, sum detta niðurímillum, her verður hugsað um tey, sum velja parttíðarstarv á arbeiðsmarknaðinum.
Í flestu førum er talan um kvinnur, ið brúka hendan møguleikan til at hava meira tíð heima saman við børnum.
Missa hesi parttíðarstarvsettu arbeiðið sítt, uppliva tey at arbeiðsloysisskipanin setir sum krav fyri at játta stuðul, at tey játta seg fulltíðartøk á arbeiðsmarknaðinum.
Landsstýrismaðurin hevur áður, í svari uppá fyrispurning frá undirritaða, víst til kunngerð frá arbeiðsloysisskipanini, sum ger greitt, at treytin fyri stuðli er, at móttakarin játtar at vilja arbeiða fulla tíð.
Á hendan hátt fremur skipanin ávirkan á øki, sum átti at ligið uttan fyri hennara virkisøki, í hesum føri heilt inn í familjulívið.
Miðflokkurin heitir tí á Løgtingið um í lóggávuni at gera greitt, at parttíðarstarvsett eru fevnd av lógini um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing á jøvnum føti við fulltíðarstarvsett.
Tá líknandi uppskot var fyri á Løgtingi á vári í fjør, metti meirilutin í vinnunevndini, at rættast var at lata spurningin upp til nevndina í ALS at taka støðu til.
Tíverri tykist hesin spurningurin ikki at hava áhuga nevndarinnar, og loyvir Miðfokurin sær tí enn einaferð at heita á Løgtingið um at fáa rætta hendan óskiljandi ójavna, ið Løgtingslógin um arbeiðstrygging og arbeiðsávísing leggur upp til.
Vegna Miðflokkin
Jenis av Rana

