UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Viðvíkjandi ólógligari sølu av rúsdrekka

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í Vinnumálum Jóhan Dahl viðvíkjandi ólógligari sølu av rúsdrekka

1. Hvat ætlar Landsstýrismaðurin at gerða við tað, at ungdómar 15,16 og 17 ára gamlir at kalla ótarnaðir kunnu keypa rúsdrekka frá einkarsøluni?

2. Var Landsstýrismaðurin vitandi um, at søla til Børn og ung undir 18 ár ferð fram uttan at so mikið sum spurt verður um aldurin?

3. Tá tað er staðfest sambært ÚF at sølan til børn og ung ferð fram. Kemur tað tá at hava avleiðingar fyri nakran av teimum sum hava ábyrgd av at søla ótarna kann fara fram, og hvørs leiklutur annars er at syrgja fyri, at aldursmarki verður hildi?

4. Kann tað hugsast, at sølan til ung fer fram fyri at einkarsølan kann liva upp til avlopskravi frá Landsstýrismanninum?

Rúsdrekkalógin hevur sum endamál at tálma brúki av rúsdreka. Samstundis sum hon púra greitt tilskilar, at tað ikki má seljast ella skeinkjast fyri ungum undir 18 ár.

Lógin staðfestir, at keyparin kann fáa bót, meðan seljarin kann fáa heilt upp í 1 ára fongsul fyri at selja rúsdrekka til ung undir 18 ár. Orsøkin er millum annað, at tað er staðfest í hópin av kanningum, at rúsdrekka er vandamikið fyri heilsuna, og serliga fyri uppvaksandi ættarliðið, umframt at rúsdrekka hevur beint fyri mongun góðum áður tryggum heimum.

Leikluturin hjá einkarsøluni er m.a. vegna samfelagið at tryggja, at børn og ung ikki kunnu keypa rúsandi løg frá einkarsøluni.

Á Løgtingi 21.februar 2011
Karsten Hansen

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net