Munligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum viðvíkjandi skráseting av m.a. ”Logos Hope” í føroysku altjóða skipaskrásetingini
1. Ætlar Landsstýrismaðurin at gera nakað ítøkiligt fyri, at Logos Hope kann blíva verandi í føroysku skipaskrásetingini?
2. Er Landsstýrismaðurin, sum m.a umsitur vinnumál, ikki samdur í, at tað hevur allstóran týdning fyri Føroyar, at eitt slíkt skip, við Merkinum í húnar hátt við áleið 350 fólkum úr áleið 50 ymiskum londum umborð, siglir kring allan Heimin og vitjar stórbýir, har endamáli er at kunngera Evangelii, gera manngott arbeiði og deila út fjølbroyttan lesna til tey fleiri hundrað túsund fólkini, sum vitja umborð árliga?
Viðmerkingar
Tað frøddi flest allar føroyingar, tá tað frættist, at OM, sum keypti gomlu Norrønu – nú Logos Hope – hevði tikið avgerð um, at skipið framhaldandi skuldi sigla undir føroyskum flaggi.
Ein av orsøkunum til, at man ynskti framhaldandi at sigla undir føroyskum flaggi, var hon, at hópur av føroyingum hava luttikið í arbeiðinum hjá OM kring í heiminum, og hava silgt og sigla við teirra skipum. Man ynskti at veita føroyingum tann sóma, at nýta Merki sum tjóðareyðkenni.
Nú er støðan hon, at man umhugsar at fara undir annað flag, tí tað er ov kostnaðarmikið at sigla undir føroyskum flaggi.
Havast skal í huga, at alt arbeiði umborð er ólønt. Fólk gjalda fyri at vera við í arbeiðinum.
Á Løgtingi, 8. mars 2011
Karsten Hansen

