UPPSKOT / FYRISPURNINGAR

Munnligir fyrispurningar til Kaj Leo Johannesen, løgmann og Karsten Hansen, landstýrismann í heilsumálum.

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann, viðvíkjandi røðu hjá fólkatingsmanni

Hvørjar viðmerkingar hevur løgmaður til ta kunning, sum annar av fólkatingslimunum gav føroyingum í fjølmiðlunum seinastu viku?

Viðmerkingar:
Síðani samgonguskjalið sá dagsins ljós, hava bløð, portalar og miðlar endurgivið dúgliga úr hesum skjali – og mett um innihaldið.

Sjálvur var eg við til at evna skjalið, men havi ikki dult fyri, at har er ymiskt, eg vildi ynskt var øðrvísi frágingið, t.d. flatskatturin, sum eigur at verða góðskumettur, áðrenn hann verður settur í verk.

Men ymiskt av tí, sum verður sagt og skrivað, kenni eg ikki aftur frá samgonguskjalinum, t.d. tá róð verður uppundir, at samgongan hevur ætlanir um at broyta føroyska samfelagið á ein asosialan hátt.

Av viðmerkingunum, sum fleiri eru dulnevndar, fellur serliga ein í eyguni, og hendan, meti eg, hevur tørv á at verða nærri viðgjørd. Hesa viðmerking eigur annar av fólkatingslimum okkara, Sjúrður Skaale, hon var í bløðunum í seinastu viku. Eg endurgevi beinleiðis fylgjandi brot:

“Nú er tað so, at samgongan ætlar at sundurliða okkara samhaldsfasta samfelag, og í staðin skapa eitt stættasamfelag. Ætlanin er í trimum:

• Veldugir skattalættar skulu gevast teimum hægst løntu
• Størri byrðar skulu leggjast á tey lægst løntu.
• Takast skal frá pensjónistum.”

Sjálvandi skal hædd takast fyri, at fólkatingslimurin fyrr í ár sjálvur var við í samgongu, enntá umboðandi tveir ymiskar flokkar ( má sigast verða sjáldsamt met), so hugsast kann, at hann blandar saman, og avdúkar fyri okkum ætlanir hjá farnu samgongu, men tað veit løgmaður óivað eisini at greiða okkum nærri frá.

Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum, viðvíkjandi koppseting fyri lívmóðurhálskrabba

1. Hvussu eru royndirnar av koppsetingunum móti HPV virus?

2. Eru ætlanir um at víðka tilboðið til aðrar aldursbólkar av kvinnum?

3. Eru ætlanir um at bjóða dreingum/ monnum koppseting móti HPV virus?

Viðmerkingar:
Tað var ein gleðidagur, tá byrjað varð at bjóða ungum føroyskum gentum koppseting móti herviliga HPV virusinum, sum kann elva til krabba í lívmóðurhálsinum.

Nú trý ár eru liðin, síðani byrjað varð at koppseta yngru genturnar, hevði verið áhugavert at frætt, hvussu hendan hevur roynst, og um ætlanir eru um at víðka um tilboðið.

Millum tey serkønu tykist vera semja um, at rætt er eisini at bjóða ókeypis koppingarevni til kvinnur í eldri aldursbólkum. Hetta mælir serfrøðin til, tí kanningar, t.d. í Danmark, vísa, at fleiri enn 4 út av fimm kvinnum í hesum aldrursbólki ikki eru smittaðar við HPV virus. Mett verður, at koppseting kann verja fleiri enn 2000 danskar kvinnur móti at gerast sjúkar av lívmóðurhálskrabba og bjarga fleiri enn 600 frá deyða.

Við øðrum orðum hevur vísindin í dag somu argumentir fyri at koppseta hendan aldursbólk, sum vísindin fyri fáum árum síðani hevði fyri at byrja núverandi koppseting av teimum yngru kvinnunum. Her er talan um at bjarga lívum, heilt at rudda burtur lívmóðurhálskrabba, og peningaliga er talan um íløgu, sum væl og virðiliga vinnur seg aftur.

Eisini kjakast tey serkønu um, um ikki dreingir eisini eiga at fáa boðið hesa koppseting, tí HPV virusið kann eisini viðføra krabba hjá teimum í kynsgøgn og aðrastaðir. Óivað hava føroysku heilsumyndugleikarnir eisini viðgjørt hetta, og verður landsstýrismaðurin biðin um at kunna Løgtingið um møguliga niðurstøðu.

Á Løgtingi, tann 28. november 2011
Jenis av Rana

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net