1. Flokkurin tekur undir við yvirlýsingini hjá ST um mannarættindi art.16. stk.3:
“Familjan er tann náttúrligi og grundleggjandi eindarbólkurin og hevur krav uppá verju og stuðul samfelagsins og landsins.”

Familjan er hornasteinurin í samfelagnum, og lóggávan má verja heimið.

Hjúnarbandið er Gudgivni hátturin fyri samlívi millum mann og kvinnu. Lóggávan eigur tí at stuðla hesi skipan.

Familjuni verða tryggjaðar tær bestu umstøður, soleiðis at trygg heim og góðir uppalingarmøguleikar hjá børnum og ungum eyðkenna tað føroyska samfelagið.

Brekaðum, sjúkum og gomlum eiga somuleiðis at verða tryggjaðar umstøður at vera heima hjá familjuni longst gjørligt

2. Flokkurin er ímóti fosturtøku, men gongur inn fyri upplýsing, ráðgeving og stuðli til teirra, ið børninin bera.

Lógin um fosturtøku eigur at broytast til bert at fevna um fosturtøku, tá lív stendur móti lívi.
Felagsskapir, ið veita ráðgeving og hjálp til tess at fyribyrgja fosturtøku, eiga at fáa bestu umstøður at virka undir.

3. Í samband við barnsburð og/ella ættleiðing eiga allar kvinnur at hava somu sømdir á øllum økjum.

4. Foreldrum eigur at standa í boði valmøguleikin at ansa børnum í egnum heimi. Tann heimaarbeiðandi mamman skal ikki verða noydd út at arbeiða

5. Ásannandi skaðiligu árinini av rúsdrekkamisnýtsluni eigur ein virkin alkoholpolitikkur at verða rikin við tí eindmáli støðugt at minka um alkoholnýtsluna. Tað almenna eigur at ganga á odda, soleiðis at almennar veitslur og móttøkur vera rúsdrekkafríar.

Miðvís upplýsing í almennu fjølmiðlunum um skaðar av alkohol- og narkotikanýtslu eigur at fáa rúmar ræsur. Somuleiðis eigur miðvís upplýsing um henda vanda at verða framd innan skúlans gátt

6. Munagóður stuðul eigur at verða veittur felagsskapum, ið virka móti siðamisbroti og fylgjum av slíkum ágangi

7. Heimleysum eiga virðiligir bústaðarkarmar at verða veittir í samstarvi við, ella beinleiðis ígjøgnum, verðandi hjálparfelagsskapir

8. Peningur, ið tað almenna veitir sum stuðul til ansing av børnum, eldri ella á ymiskan hátt tarnaðum, eigur at fylgja brúkaranum

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net