Miðflokkurin http://www.midflokkurin.fo/ Søgan um Giannu Jessen- og viðmerk-ing til skeiva orðing um fosturtøku http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=448 Í tíðindabroti á portal.fo í sambandi við kjak um fosturtøku, sum í løtuni er í Danmark, er ein óheppin orðing, sum krevur eina viðmerking.

Í brotinum verður greitt frá ætlanum, sum nøkur hava, men tíbetur onnur mæla ímóti, um at broyta markið fyri nær fostur kann verða tikið úr trygga umhvørvi sínum í móðurlívi. Millum tey, sum mæla ímóti, er etiska ráðið, sum greitt vísir frá sær tosið um at geva barninum deyðiliga sproytu áðrenn tað verður tikið, tí at hetta er at sammeta við aktiva deyðshjálp. Deyðiliga sproytan er neyðug, siga onnur, tí tá tú fremur hesar seinu fosturtøkur hendir ferð eftir ferð, at barnið livir í tímavís, tá tað verður føtt.

Óhepna orðingin
Greinin í sær sjálvum sigur frá einum samfelag, sum meira og meira gevur rúm fyri hugsanum um útveljing, sum fyri sjeyti árum síðani fekk stórar partar av heimsins londum at venda sær við andstygd frá og móti teimum, sum hesar hugsanir framdu í verki. Vónandi fáa hesar ætlanir ikki fótafesti, hvørki í syðra parti av ríkinum ella her heima hjá okkum.

Orðingin, sum yvirskriftin sipar til, er at finna sum niðurstøða í greinini, hon ljóðar soleiðis: tí vildi tað lætt um fyri allar partar, um fostrið longu var deytt, tá tað kom út.

Høvuðsparturin í einari fosturtøku er væl hann ella hon, ið missir lívið. Hvør veit at siga frá hesum sakleysa, sum bráddliga verður noktað rættin til tað lív, sum tú og eg njóta, at fosturtøka vildi verið ein lætti fyri tað?  Men hetta er júst tað afturvendandi mistakið í fosturtøkukjakinum, at forsprákararnir snúgva sær undan at tosa um høvuðspersónin, hann ella hana, ið bøtir við sínum lívi. Sjálvandi er veruleikin ræðandi, tí vilja tey ikki tosa um barnið, men tú kemur ikki uttan um, at við at viðmæla fosturtøku tekur tú tær rætt til at forða einum øðrum at verða borin í heim.

Hvør er Gianna Jessen?
Lova mær at tú tekur tær tíð at fara inn á netið og finna søguna um Giannu Jessen. Les grípandi søgu hennara, ella finn eitt av brotunum, har hon sigur frá, t.d. í australska parlamentinum. Hesi brot finnur tú lætt við at fara inn á www. google.dk (ella com) og skriva  navn hennara- Gianna Jessen.

Ætlanin var, at Gianna skuldi týnast í 30 graviditetsviku. Eiturevni varð sprænt inn í trygga bústað hennarar, men tá Gianna 18 tímar seinni varð fødd, livdi hon. Ein kærleiksfyltur sjúkrarøktarfrøðingur megnaði ikki at síggja hana doyggja, men gav henni rættin til tað lívið. Lívið, sum hon í dag elskar, tóat eitrið hevur sett síni merki á likam, men ikki gleði ella charmu hennara. Tú verður gripin av hennara lívsjáttandi frásøgn, so lova mær, at tú tekur tær eina løtu at finna hana.

Jenis av Rana

http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/gjessenweb.jpg 5. juli 2010 Valdsmisnýtslan heldur fram http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=447 Jóannes Eidesgaard roynir í blaðgrein at verja valið av floksfeløgum í stýrið fyri Húsalánsgrunnin. Hann sigur, at teir báðir nýggju stýrislimirnir eru væl skikkaðir. Fyrr var illa.

Tað eru væl fleiri hundrað føroyingar, sum eru skikkaðir til sita í einum slíkum stýri, tí uppgávan er ikki serliga umfatandi. Og tað var nú ikki førleikan hjá nývaldu stýrislimunum, sum Miðflokkurin hevði nakra hugsan um. Okkara ábreiðsla var ímóti landsstýrismanninum, sum í ótíð sigur tveimum stýrislimum upp, tí teir í einum vælgrundaðum hoyringsskrivi siðiliga siga sína hugsan um politisku ætlanir landsstýrismansins. Teirra ráðgeving hóvar tó ikki landsstýrismanninum, sum sigur teirra viðmerkingar vera tvætl. Sera arrogant av landsstýrismanninum, helst tí hann kennir seg kroystan, nú hann er fallin fyri teirri vælkendu freistingini at lívga floksfelagar við almennum sessum.

Avdúkar sítt valdslyndi

Í verjuritinum frá landsstýrismanninum avdúkar hann framhaldandi sítt valdslyndi. Hann sigur m.a., at um fólk í almennum sessum, sum ikki taka undir við politiskum ætlanum hjá einum landsstýrismanni, kunnu vænta at fáa fótin. Tað er heilt vanligt í almennu umsitingini, at tá ein landsstýrismaður hevur ætlanir um broytingar av onkrum slagi, biður hann fyrisiting og stovnar um góð ráð. Sjálvandi tí at hesi hava besta innlitið á økinum. Mangan fáa landsstýrisfólk tey ráð frá stovnsleiðslum ikki at fremja ætlaðar broytingar, tí tær so ella so ikki eru til gagns, og í mongum førum fylgja landsstýrisfólk slíkum ráðum. Í málinum um Húsalánsgrunnin var í so máta onki undantak. Landsstýrismaðurin spurdi stýrið um teirra hugsan, og stýrið svaraði, at tað var óráðiligt at fara undir ætlaðu broytingarnar. Í staðin fyri at fylgja góðum ráðum, gjørdist landsstýrismaðurin firtin og gav tveimum av trimum stýrislimum fótin, hóast allir tríggir høvdu givið honum somu ráð. Hví hann enn hevur álit á tí eina stýrisliminum, er framvegis ein gáta, sum møguliga verður loyst seinni.

So vita tey tað

Verður hetta leisturin framyvir, hevur Jóannes Eidesgaard lagt fyri dagin nýggja venju á økinum. Hendan venjan eitur nú, at um ein stovnur ella eitt stýri ikki kunnu taka undir við politiskum ætlanum hjá landsstýrisfólki, kunnu tey rokna við at fáa fótin. Hetta er valdsmisnýtsla og tekur burtur møguleikan hjá landsstýrisfólki framyvir at kunna vænta sær góð og óheft ráð frá alment settum. Framyvir vil landsstýrismaðurin bara hava slík, sum klappa honum á herðarnar og siga honum, hvussu ótrúliga gløggar hansara politisku ætlanir eru. Og slík herðaklapp fær hann sjálvandi frá floksfeløgum – og tí er bara ein vegur at ganga: set floksfelagar allastaðni, har tað er gjørligt.

Ongin leiðsla

Tað daprasta í hesi søgu er, at Jóannes Eidesgaard ger júst, sum hann vil, tí vit hava ein løgmann, sum als ikki maktar sína uppgávu. Løgmaður er alt ov fittur og hevur í sínum fittleika sagt frá sær allan myndugleika. Jóannes og Jørgin halda Kaj Leo í løgmanssessinum, tí so sleppa teir og teirra floksfelagar at gera júst sum teimum lystir. Tí verður ABC sitandi í ein mansaldur, um fólkið ikki reisir seg. Teirra felagsprojekt er langtsíðani kollsiglt. Landskassin fer á heysin um stutta tíð, og tað passar Sambandsflokkinum sum fótur í hosu. Tí fullveldissamgongan hevur jú skyldina av øllum ólukkunum. Og so leingi, sum altíð onkur annar hevur skuldina, kann hendan samgongan gera seg inn á veikastu bólkarnar í samfelagnum uttan at verða revsað av veljaranum fyri tað.

So leingi sum Jóannes og Jørgin sleppa at gera, sum teimum lystir, situr samgongan. Og so leingi, sum Kaj Leo sleppur at vera løgmaður, situr samgongan.

Rokningina? Hana skal Palleba gjalda. Bara í ár hava teir lánt 800 mió. upp á nakkan á Palleba fyri at halda projektinum koyrandi.

Bill Justinussen

løgtingsmaður

http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/Mynd 1 Bill 2008.jpg 2. juli 2010 Tíðindaskriv http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=446 Jóannes Eidesgaard fremur valdsmisnýtslu Velir flokskammeratar í almennan grunn við feitari løn

Miðflokkurin átalar skeivu framferðina hjá landsstýrismanninum við fíggjarmálum, nú hann í úrtíð hevur skift tveir nevndarlimir í Húsalánsgrunninum út.

Landsstýrismaðurin sigur orsøkina vera, at vrakaðu nevndarlimirnir ikki eru politiskt samdir við honum um, hvussu Húsalánsgrunnurin eigur at skipast í framtíðini. At ein landsstýrismaður sigur fólki í almennum álitisstørvum upp, tí tey eru ósamd politiskt, og síðani setir partísoldatar í sessirnar í staðin, samstundis sum hann fleirfaldar teirra samsýning, er onki minni enn álvarslig valdsmisnýtsla av hægstu rók. Framferð landsstýrismansins gongur ímóti demokratiskum kjarnuvirðum sum talu- og skrivifrælsi.

Tað er ósakligt og ímóti øllum fyrisitingarligum reglum at geva fólki í almennum sessum fótin, tí tey politiskt eru ósamd við avvarandi landsstýrismann. Og tað er enn meiri ósakligt og gongur enn meiri ímóti øllum meginreglum um góða fyrisiting, at formaður Javnaðarfloksins velur tveir floksfelagar í fjálgu almennu sessirnar í staðin. Og meðan pensjónistar enn eina ferð verða hart raktir av almennum sparingum, meðan børn við serligum tørvi og skúlabørn sum heild verða rakt av sparingum á skúlaøkinum, meðan verkafólk í stórum tali framvegis ganga arbeiðsleys, avger landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum eisini er formaður Javnaðarfloksins, at almenna samsýningin hjá nývaldu partísoldátunum skal fleirfaldast í mun til frammanundan.

Tingmanning Miðfloksins kann ikki góðtaka, at Jóannes Eidesgaard á hendan hátt misnýtir sín landsstýrissess til at reka partapolitikk við almennum starvssetanum, og fer tí at heita á landsstýrismálanevndina um at kanna allar lutir í hesum máli.

Vegna Miðflokkin

Karsten Hansen

Bill Justinussen

Jenis av Rana

http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/joannes-eidesgaard.jpg 30. juni 2010 Endiliga ein skilamaður! http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=445 Petur Olsen, føroyski brunaumsjónarmaðurin, hevur nú um dagarnar í bløðunum eina serstakliga væl skrivaða grein um føroysku byggivinnuna og almenn arbeiði.

Eg fari at heita á øll um at lesa greinina. Hann hevur tíverri so æviga rætt í øllum sínum útsøgnum um, at vit bera okkum alt ov skeivt at, tá almenn arbeiði verða boðin út og framd í verki. Sjávur havi eg í fleiri umførum reist málið á Løgtingi, um tað ikki ber til at tryggja í lóg og kunngerðum, at føroyskar byggifyritøkur og føroysk byggivinna sleppur at gera ØLL tey arbeiði, sum tað almenna stendur fyri. Men sum Petur Olsen so sera væl vísir á, er vónleyst at bróta ígjøgnum tjúkka múrin av umsiting, sum mergsýgur okkara lítla land fyri dýrtkeyptar skattakrónur.

Tað gleðir meg allarmest, at tað júst er Petur Olsen, sum ber hesi sjónarmið fram. Hann er ein av teimum, sum veit nógv mest um, hvat almenn bygging og almenn krøv snúgva seg um. At júst hann trínur fram á pallin slær rimmarfast, at onki er í vegin fyri, at føroyskar fyritøkur sleppa framat hvørja ferð og hava serligan rætt at taka á seg almennar verkætlanir. Alt møsnið um kapping og kappingarføri er jú bara undanførslur. Um føroyingar ikki standa seg í kappingini at bjóða upp á almenn arbeiði, so er tað ikki bara tí, at vit ikki eru kappingarførir. Orsøkirnar kunnu vera túsund aðrar. Men hetta leggja embætisfólkini í umsitingunum ikki so nógv í. Tað tekur ivaleyst sína tíð, áðrenn veruleikin, sum bæði verkafólk og byggivinnan kring landið mugu liva við, nær inn um fínu gáttirnar í Havn. Men eisini har munnu fólk eftirhondini fara at vakna, og meti eg wake-up kallið frá Peturi Olsen sum sera kærkomið, tí hann er jú sjálvur mitt í maktini í Havn.

Mín vón er, at landsstýrið vaknar og fer at reka politikk, sum gagnar gerandisdegnum hjá gerandisføroyinginum.

Bill Justinussen,
løgtingsmaður
http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/MyndaSavn/Valevni2008/Bill Justinussen 5.jpg 16. juni 2010 Jenis spyr Løgmann útsøgnir http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=444 Í samband við at løgmaður á tíðindafundi eftir ríkisfundin í Skagen kom við skelkandi útsøgnum um stjórnarskipanaruppskotið, hevur Jenis av Rana sett løgmanni fylgjandi spurning:

Havnin h. 12.06.10.

Sambart fjølmiðlum hava tygun á tíðinafundi í Skagen, hildin í sambandi við ríkisfundin 2010, boðað frá, at uppskotið um nýggja stjórnarskipan fellur burtur á Ólavssøku og verður neyvan lagt fram aftur av  samgonguni.

Tygun verða biðin um at greiða frá hvørja heimild tygun hava til soleiðis at seta til síðis, lítisgera og vanvirða part av tí arbeiði, fólkavalda Løgting okkara miðvíst hevur arbeitt við seinastu árini.

Jenis av Rana

Formaður Miðfloksins

umframt limur í grundlógar- og stjórnarskipanarnevnd Løgtingsins frá byrjan av hesum arbeiði.
http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/Jenis.jpg 16. juni 2010 Bill spyr Jóannes um umleggingina av KT skipan hjá bankunum http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=443 Meðan føroysku peningastovnarnir í tíðindaskrivum nærum dagliga greiða frá, hvussu væl umleggingin av netbankaskipanini til útlendskan KT-veitara hevur eydnast, hava føroysku brúkararnir, bæði vinnulív og privatfólk, nøtrast í ørkymlan um higartil miseydnaðu umleggingina.

§ 52a-fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard viðvíkjandi umlegging bankanna til útlendskan KT-veitara?

Hvat og hvussu nógv samskifti hevur verið við føroysku politisku myndugleikarnar í sambandi við umlegging peningastovnanna til útlendska KT-veiting?
Hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sett peningastovnunum spurningar ella krøv í sambandi við umleggingina? Og um so er: er krøvini lokin?
Nær frætti landsstýrið á fyrsta sinni um ætlanirnar at leggja um til útlendskan KT-veitara?
Hvussu nógv kostar umleggingin landskassanum serliga við atliti at leiklutinum hjá Pf. Elektron og framtíðaruppgávur felagsins fyri tað almenna?
Hevði landsstýrismaðurin antin sum fíggjarligur politiskur myndugleiki ella sum stórur partaeigari í Føroya Banka myndugleika at nokta Føroya Banka at leggja um til útlendskan KT-veitara?
Hvørjar almennar hugsanir hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum um alla tilgongdina og úrslitið higartil?
Hvørjar fyrimunir og vansar sær landsstýrismaðurin við broytingini?
Kennir landsstýrismaðurin til allar grundgevingarnar fyri umleggingini?
Hevur málið verið til umrøðu á landsstýrisfundi og er full undirtøka í landsstýrinum fyri umleggingini?

Meðan føroysku peningastovnarnir í tíðindaskrivum nærum dagliga greiða frá, hvussu væl umleggingin av netbankaskipanini til útlendskan KT-veitara hevur eydnast, hava føroysku brúkararnir, bæði vinnulív og privatfólk, nøtrast í ørkymlan um higartil miseydnaðu umleggingina. “If it works, don’t fix it” og “never change a winning team” eru helst tiltøk, sum føroysku peningastovnarnir ikki taka so hátíðarliga. “Stórrakstur” sigst vera ein orsøk til ovurdýru umleggingina, samstundis sum vit sum samfelag á fleiri mótum júst royna at vísa á fyrimunirnar við einum lítlum samfelag, kanska nevnt “smárakstrarfyrimunir”. Mær vitandi hava flestu brúkararnir verið væl og sera væl nøgdir við vrakaðu skipanina, sum er bygd upp á føroyskum lunni. Hvørjar eyka fyrimunir brúkarin fær við nýggju skipanini, er trupult at fáa eyga á, tá havt verður í huga, at tað er føroyski brúkarin, sum rindar hvørt oyra gjøgnum ov høgt rentustig, ómaksgjøld, avgreiðslugjøld, provisiónir, trotaprovisiónir, tænastugjøld, stovningarkostnaðir, rentustuðul og annað mangt, ein tvísiffrað milliónaupphædd er komið mær fyri oyrað. Sjálvandi vilja tey, sum selja slíkar skipanir, duga væl at greiða frá øllum fyrimununum. Og vanlig føroysk undirbrotligheit er at geva seg inn undir væltalandi danskar sølumenn, sum duga meiri enn at selja sand í Sahara.

Ein netbanki kann ómøguligt vera annað enn ein praktisk skipan at avgreiða bankaviðurskifti. Og hvussu nógv praktiskari tað kann gerast við at kobla seg upp í eitt størri kervi, má vera sera ivasamt. Tí er tað hugvekjandi, at peningastovnarnir í eini krepputíð, sum fyrst og fremst er skapt av júst peningastovnum, velja at tøma hundraðtals milliónir úr føroyska peningakervinum til danskar sølumenn fyri at fáa so at siga tað sama burturúr, fyri síðani at skriva rokningina til Palleba.

Bankapakkarnir hava higartil kostað føroysku peningastovnunum umleið 400 milliónir krónur. KT-umleggingin hevur kostað eitt tví-siffrað milliónatal. Útrásin hjá serliga tí eina peningastovninum hevur kostað dýrt. Føroyski brúkarin, sum ikki hevur so nógv alternativ at velja ímillum, er svartiper og má gjalda allar rokningarnar antin so ella so. Og nú skal hann eisini gjalda fyri, at føroyskir peningastovnar í Danmark veita sínum kundum har eina lægri rentu enn somu lán fáast fyri í Føroyum.

Alt hetta og mangt annað er orsøkin til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum má greiða frá sínum leikluti.

Bill Justinussen, løgtingsmaður

http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/Eik.jpg 3. juni 2010 Kristni ungdómsflokkur!! http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=442 Politisku ungmannafeløgini hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum, Tjóðveldi og Fólkaflokkinum hava seinastu tíðina avdúkað teirra framtíðarætlanir í føroyskum politikki. Ætlanin er ein røð av atsóknum móti virðisgrundarlagnum í føroyska samfelagnum.

Politisku ungmannafeløgini hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum, Tjóðveldi og Fólkaflokkinum hava seinastu tíðina avdúkað teirra framtíðarætlanir í føroyskum politikki. Ætlanin er ein røð av atsóknum móti virðisgrundarlagnum í føroyska samfelagnum. Málini á dagsskrá eru m.a. at

lóggeva fyri skrásettum parlagi (hjúnarlag millum tvey av sama kyni)
loyva samkyndum at ættleiða
loyva fríari rúsdrekkasølu og javnseta rúsdrekka við aðrar gerandisvørur
avtaka fólkakirkjuna sum almenna kirkju (Fólkafloksungdómur)
broyta rúsevnislógina, so eitt nú hash ikki verður ólógligt (Fólkafloksungdómur)
lóggeva fyri fríari fosturtøku

Sermerkt fyri seinastu fráboðanirnar er, at ung játtandi kristin – eitt nú forkvinnan í Unga Sambandi – taka undir við hesum politisku sjónarmiðunum. Í útvarpssamrøðu greiddi hon frá, at hon ikki blandar sínar politisku hugsjónir við tær átrúnaðarligu. Hetta er eitt ófrættakent nýbrot í føroyskum politikki, tí frammanundan hevur verið breið semja millum flestu føroyingar um, at nýggja kósin ikki er rætta leiðin fyri land okkara.

Hjá teimum kristnu er Bíblian keldan til hugsanir og meiningar á mótum, tí hon fyri tann trúgvandi er meiri enn ein bók millum aðrar. Hon er Guðs orð. Og Bíblian er púra greið á umtalaðu økjum. Hon ávarar móti rúsdrekkanýtslu, homoseksualiteti og fosturtøku. Bíblian áleggur samstundis teimum kristnu ikki at seta ljós sítt undir skeppuna, men at lata tað lýsa fyri øllum. Soleiðis áleggur hon kristnum at boða Guðs orð bæði í tíð og ótíð og at vera ljós og salt jarðarinnar. Tí ber ikki til hjá einum kristnum at hava tvær meiningar um sama spurning, eina í politikki og eina aðra í samkomuhúsi, eins og forkvinnan í Unga Sambandi ger. Tað er sera áleikandi fyri ein kristnan at vera salt og ljós júst á politiska pallinum. Saltið verjir móti samfelagsroti og ljósið opinberar tað dulda og avdúkar myrkursins gerningar.

Arne Winthereig
Arne Winthereig sigur í grein, sum hann kallar “Fundamentalist ella anarkist, tú velur!”, at undirritaði lóggevur móti ávísum bólkum í samfelagnum. Hetta er skeiv ákæra, tí Miðflokkurin hevur ongantíð lagt uppskot fyri Løgtingið við slíkum innihaldi. Eisini tykist hann at sakna orðaskifti um, at tað skal vera rúm fyri øllum í samfelagnum. Helst hevur hann ikki fylgt so væl við tí, sum verður viðgjørt í Løgtinginum, tí nógv lógaruppskot eru millum ár og dag viðgjørd og samtykt, sum júst hava sum endamál at veita øllum javnbjóðis rættindi. Hugsa bara um batnaðu umstøðurnar hjá fólki við breki og børnum við serligum tørvi, eitt nú bústaðarátøkini til frama fyri tey við skerdum førleika osfr.

Samkynd
Samkynd hava júst somu rættindi og javnbjóðis kor sum øll onnur. Brýtur ein samkyndur beinið, fær hann ókeypis heilsuviðgerð á jøvnum føti við øll onnur. Gerst hann arbeiðsleysur, hevur hann somu rættindi sum onnur arbeiðsleys. Hann hevur enntá somu møguleikar at ganga í hjúnarband sum øll onnur. Men skulu vit lóggeva fyri skrásettum parlagi og rætti hjá samkyndum at ættleiða, so fáa tey serlig rættindi, sum onnur ikki hava. Besta prógvið um, at talan tá gerst um serlig rættindi, er øll tey mongu, sum liva saman ógift. Ongantíð hava politisku ungmannafeløgini ella nakar annar lyft lítlafingur fyri at veita ógiftum pørum serlig rættindi uttanfyri hjúnarbandið, eins og ætlanin er við teimum samkyndu. At vit sum politikkarar ikki vilja geva einum bólki serlig rættindi, sum ikki hevur serligan tørv, er ikki at lóggeva ímóti teimum.

Skal ein og hvør gera tað, honum lystir?
Eyðkennið fyri ungdómin er, at hann ynskir óavmarkað frælsi. Í sjálvum sær er hetta ein Guðgivin tráan, tí vit eru skapað frí og fræls. Men tíverri prógvar søgan, at menniskjan er illa egnað at umsita sítt egna óavmarkaða frælsi. Tí hava vit verið noydd til bæði sum einstaklingar og sum samfelag at seta okkum sjálvum og hvørjumøðrum mørk, so tilveran gerst livilig fyri øll. Felagskunngerðin hjá politisku ungmannafeløgunum er merkt av tráanini eftir einum samfelagi uttan mørk. Fyri nøkur verður eitt markleyst samfelag ein vinningur, meðan tað fyri onnur verður undirgangur. Tí eiga vit at skoða heildina og vera sinnað til sum ábyrgdarfull menniskju at seta mørk, hóast tey raka nøkur harðari enn onnur. Fyri samfelagið verður vinningurin størri enn missurin.

Onkur vil vera við, at talan er um nýmótans tíðarrák, sum ikki ber til at standa upp ímóti; at unga ættarliðið altíð er broytingarsinnað í mun til eldra ættarliðið. Men søgan lærir okkum, at onki er nýtt undir sólini. Vit lesa t.d. í seinasta ørindi í Dómarabókini, at á teimum døgum var ongin kongur í Ísrael og ein og hvør gjørdi, sum honum lysti. Eftir øllum at døma eitt samfelag fyri føroysku ungmannafeløgini, hóast onkur kundi sagt, at talan var um svartastu miðøld. Men anarkisman var so ræðulig, at sjálvt føroysku politisku ungmannafeløgini høvdu flýggjað um háls og herar. At hava óavmarkaða atgongd til rúsdrekka og aðrar rúsir, til kynsligar njótingar bæði náttúrligar og ónáttúrligar og at avlíva børn í móðurlívi eru gomul mannabrøgd – nærum eins gomul og menniskjan sjálv. Gomlu rómverjarnir, gomlu víkingarnir, gomlu grikkarnir og mong onnur úr fornu tíð vóru eftir øllum at døma meiri “nýmótans” enn núlivandi føroyingarnir. Læran av øllum hesum er, at har mørkini verða flutt og burturbeind, stendur samfelagið alt fyri falli.

So sigur onkur: hygg at norðurlondum, tey standa seg væl við øllum sínum frælsi og frísinni. Hartil er at siga, at samtíðin ikki megnar at allýsa seg sjálva. Okkara eftirkomarar koma um 100 ella 200 ár at kunna meta um, hvørjar avleiðingar frí fosturtøka, nakkalegdarskanningar, aktiv deyðshjálp, rættur hjá samkyndum at ættleiða, frí rúsdrekkasøla og eitt nú veikur innflytarapolitikkur hevði fyri norðurlond. Alt ov tíðliga er at gera niðurstøður um, hvørjar avleiðingarnar verða av avkristnanini.

Kristni ungdómsflokkur, lyft tú høvdið høgt!
Góðu tit ungu! Eltið ikki altíð, sum fyri er slóðað. Latið okkum føroyingar ikki bara taka upp alt, sum útlendskt er. Latið okkum heldur byggja samfelagið á tey virðir, sum vit lærdu um í sunnudagsskúlanum. Latið okkum skipa Føroyar eftir tí, sum er okkum kært. Okkum nýtist ikki at lóggeva fyri at góðtaka hvønnannan. Tað liggur í okkara mentan, at vit góðtaka hvønnannan við og uttan frábrigdi. Og tað liggur eisini í okkara mentan at rættleiða, vegleiða og ávirka hvønnannan til tað, sum rætt er.
Mín áheitan er nú til stóra føroyska kristna ungdomsflokkin! Lyftið høvdið høgt, breiðið krossins merki út yvir Føroya ungdómsflokk! Skulu vit tá svíkja, nei vit standa stinn! Farið nú á politiska vígvøllin við glaða og góða orðinum og gerið tykkara ávirkan galdandi. Tí hetta er okkara land.

Bill Justinussen, løgtingsmaður

http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/bibleBLK.jpg 3. juni 2010 Oraklið í sundalagnum http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=441 Oraklið norði í Sundalagnum hevur aftur talað. Hesuferð í niðurgerandi stórlatisgleimi um eina veljarakanning, sum nærum varpar “smáflokkarnar” av politiska pallinum.

Oraklið norði í Sundalagnum hevur aftur talað. Hesuferð í niðurgerandi stórlatisgleimi um eina veljarakanning, sum nærum varpar “smáflokkarnar” av politiska pallinum. Sera háðandi og speirekandi kallar hann Sjálvstýris- og Miðflokkin, sum tilsamans fingu nærum 5.000 atkvøður frá Føroya fólki til seinasta løgtingsval, fyri “smáflokkar”. Tankarnir leita til líknandi heitir so sum smámaður, smáligt, smáfallandi o.s.fr., sum alt eru negativ orð. Sálomon kongur sigur so vísiliga, at “hugmóð gongur undan falli”. Eg vil ávara oraklið í Sundalagnum um at gerast hugmóðigur, nú tað rekur við. Tað kann vera so skjótt, at vindar venda, og at tað, sum vendir niður, vendir upp.

Lygnirnar
Tá ein gevur seg út fyri kenna allar orsøkir til úrslitið av eini tilvildarligari veljarakanning, eigur ein at gera sítt heimaarbeiði ordiligt. Tað hevur oraklið í Sundalagnum ikki gjørt. Men tað er neyvan neyðugt, tá man er so stórur, sum Edmund heldur seg vera. Í síni sera sjónligu vanvirðing fyri “smáflokkunum” og Javnaðarflokkinum vápnar hann seg í fleiri førum við lygn.

Lygn 1
Oraklið sigur, at Miðflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin tóku undir við at skerja ríkisveitingina. Hetta er lygn. Tað er skjalprógvað, at hvørki Miðflokkurin ella Javnaðarflokkurin tóku undir við at skerja ríkisveitingina; tá sótu hesir flokkar í andstøðu. Heldur var hin samstarvsflokkur Edmundar, Fólkaflokkurin, í fremstu røð við løgmanni á odda, tá ríkisveitingin varð skerd.

Lygn 2
Oraklið ákærir Miðflokkin fyri at taka undir við nýggju stjórnarskipanini, hóast Miðflokkurin sum einasti flokkur hevur boðað frá, at vit ikki taka undir við verandi uppskoti. Hetta orsakað av, at vit í sjálvari grundlógini vilja verja barnið í móðurlívi móti tí ágangi, sum Edmund og hansara ríki eru talsfólk fyri. Hinvegin burdi oraklið í Sundalagnum vent kanónunum móti sínum egnu partamonnum Helga Abrahamsen og Jaspuri Vang, sum báðir saman við øðrum hava lagt uppskotið um nýggja grundlóg fram og harvið sambært Edmundi draga Føroyar nærri loysingini við at seta í verk eina nýggja fullveldisgrundlóg.

Lygn 3
Oraklið ákærir okkum fyri at hava slept sunnari fornuft. Tað er meir enn man kann siga um Edmund og hansara fólk. Teir kunnu jú ikki sleppa nøkrum, sum teir ikki hava. Høvdu teir havt fornuft, høvdu teir ikki lagt ætlanir um at renna landið á heysin innan fá ár. Sambært uppskotinum um karmar, sum Edmundar menn hava lagt fram, verður føroyska bruttoskuldin í 2015 7,5 milliardir stór, og bara í rentum koma vit tá at gjalda meiri, enn alt landssjúkrahúsið nú kostar um árið í rakstri. Edmund og hansara menn ætla, at vit í 2015 framvegis skulu hava eitt hall á fíggjarlógini omanfyri 600 mió. krónur. Er tað fornuft? Tað kann Edmund sjálvandi ikki svara uppá, tí hann kennir ikki týdningin av orðinum, hóast tað enntá er danskt.

Spurningur til oraklið
Fyri tveimum mánaðum síðani varð onnur veljarakanning gjørd. Í teirri kanningini høvdu “smáflokkarnir” undirtøku frá omanfyri 17% av veljarunum. Eg fari at spyrja oraklið, sum jú kennir allar dýpdir í slíkum kanningum, hvør av hesum báðum kanningum er hin rættara.

Góði Edmund! Fyrsta treyt fyri virðiligum kjaki er at halda seg til sannleikan. Ein av hesum sannleikum er, at tín dansur við Tjóðveldisfólkum man vera tann vandamiklasti av øllum. Tykkara dansi heldur Miðflokkurin seg langt burturi frá, tí føroyingar hava ikki brúk fyri meiri rúsdrekka, meiri 266 b, fleiri fosturtøkum og hvat annað, tit kunnu dansa fyri.

Vinarliga

Bill Justinussen http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/BillJustinussen2008.jpg 3. mai 2010 Yvirlýsing frá landsfundi Miðfloksins 2010 http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=440 Landsfundurin hjá Miðflokkinum 2010, ið bleiv hildin í Løkshøll,Runavík hevur orða soljóðandi yvirlýsing:

Yvirlýsing frá landsfundi Miðfloksins 2010

Runavík hin 24.04.2010

At stýra einum landi krevur eina stjórn!
Aftaná nevndarvalið á landsfundinum hava kvinnurnar yvirvág í floksstjórn Miðfloksins.  Umframt flokstjórnarleiðaran Charlottu á Váli Olsen eru Mia av Kák Joensen og Sólfríð Heinesen nývald í nevndini. Hinir nevndarlimirnir eru Poul Jóhan Djurhuus og Jenis av Rana, sum er floksformaður. Varalimir í nevndini eru Kaj Otto Frederiksberg, Arni K. Abrahamsen, Frank Jacobsen og Vinjard Johansen.

Samgongan eigur at leggja frá sær
Landsfundurin staðfestir, at politiska ómegdin í samgonguni  lættliga kann føra samfelagið á ørmundarhús. Tá tað enntá frá samgongufólki er vanligt at hoyra, at ongin politisk leiðsla er,  ongin búskaparstýring og ongar miðvísar framtíðarætlanir, er tíðin komin hjá samgonguflokkunum at viðganga veruleikan og leggja frá sær.

Landsfundurin metir at talan í dag er um búskaparliga  undantaksstøðu. Nú er neyðugt, at ábyrgdarfullir politikkarar skipa eina bjargingarstjórn. Miðflokkurin er fúsur og tilreiðar at verða við í slíkari.

Almenni bygnaðurin má broytast
Neyðugt er at broyta almenna bygnaðin, tí yvirbygnaðurin er ov stórur. Ov langt er frá leiðslu til brúkarar, og mong millumlið kunnu sparast burtur, uttan at tænastur gerast verri.  Almenn arbeiðspláss eiga ikki at verða brúkt at lokka vælútbúgvin fólk heimaftur, um úrslitið er, at nýggj millumleiðarastørv verða stovnað við øktari byrðu fyri skattgjaldaran sum úrslit.
Landsfundurin frámælir samanleggingum av stovnum, skúlum kommunum v.m., uttan at grundleggjandi kanningar av møguligum fylgjum fyrst liggja á borðinum.

Stuðul til løgtingsmenn floksins
Landsfundurin byggir garð um førda flokspolitikkin, og heitir á menn og kvinnur um at verða við at menna Miðflokkin á tí trygga grundarstøði, sum orð Guds leggur. Eitt støði sum er óheft av altíð skiftandi og ótrygga tíðarrákinum.
Landsfundurin tekur fult undir við royndunum at fáa rættar-trygdina hjá ófødda barninum staðfesta í nýggju føroysku grundlógini.
Somuleiðis fegnast landsfundurin um ta sólskinsøgu, sum politiska kvøldskúlan er,  og heitir á floksstjórnina um at umhugsa framhald og møguliga útbyggging av hesum.

Ríkidømið má raðfestast rætt!
Landsfundurin heitir á politiska myndugleikan um at áseta eitt fátækramark og harmast ágangin móti teimum á niðastu rókum samfelagsins seinasta árið.

Somuleiðis harmast fundarfólkið avtøkuna av stuðlinum til vitaminir, mineralir og annað neyðugt kostískoyti til okkara eldru, uppskotið um at áleggja foreldrum at børnum við likamligari ella sálarligari sjúku ella breki at gjalda heilivág sín, og broytta egingjaldið fyri heilivág. Her er talan um einvísa undirgraving av vælferðarsamfelagnum og veikastu borgarum tess.

Landsfundurin heitir á heilsumálaráharran um at bjóða øllum føringum ílegukanningar fyri sjúkuna CTD, og at veita berarum av hesari hættisligu sjúku stuðul til carnitin viðgerina.

Familjuvinarligur skattapolitikkur
Landsfundurin mælir politiska myndugleikanum til broytingar í skattaskipanini, so hendan ikki framhaldandi eggjar til at liva saman ógift. Ágangurin á familjuna sum kjarni samfelagsins er størri enn nakrantíð, og tí eiga vit bæði í skatta- og rættindapolitikki at verja støðu hjúnarbandsins.

Burðardygg og etisk fiskiveiða
Landsfundurin tekur undir við at fremja bygnaðarligar broytingar í fiskivinnuni. Virkast má fyri burðardyggari og etiskari veiðu innan øll øki. Neyðugt er at taka lívfrøðiligu ráðgevingina í álvara. Botnfiskaveiðan er á søguliga lágum støði, tí gramni og ótol hevur í alt ov stóran mun stýrt politiskum avgerðum. Áhugamál eiga ikki at skugga fyri yvirskipaðum og skilagóðari stýring.

Allir borgarar eiga at hava somu sømdir
Landsfundurin heitir á landsmyndugleikarnar um at fremja rættvísi í ætlaðu broytingunum í MVG-lógini. Í framlagda uppskotinum er talan um brot á grundleggjandi siðvenju um eins viðferð av borgarum, nú ætlanin er at frítaka nýbygging av ítróttar- og mentanarhúsum fyri MVG, uttan at veita krkju- og samkomuhúsum somu sømdir.

Kringvarpsgjald
Landsfundurin mælir enn einaferð til at taka av tvangskravda kringvarpsgjaldið. Landsfundurin mótmælir, at ávís fjølmiðlafólk sleppa at brúka almennar miðlar til miðvíst at bera fram persónlig sjónarmið og  áhugamál.

Vegna Miðflokkin,
Jenis av Rana
http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/loksholl.jpg 26. apríl 2010 Ein glotti í tokuni http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=439 Tað er hugaligt at frætta, at ikki færri enn tvinni íbirtingarfeløg eru stovnað við tí endamáli at veita váðafúsa fígging til nýskapandi íverksetan.

Gongda leiðin burturúr búskaparliga aldudalinum er júst hendan. Peningastovnarnir hava fingið mong høggini, síðani fíggjarkreppan byrjaði, og tí eiga teir eisini viðurkenning, tá hon er uppiborin.

Uttan iva eru mong, sum liggja inni við vinnuligum hugskotum og nýhugsan. Tí er at vóna, at váðafúsi kapitalurin finnur vegin til hesi fólk, so nýggj arbeiðspláss, øktur útflutningur, størri búskapur og vinningur spyrjast burturúr. Hetta er alt grundarlag undir framtíðar og framhaldandi vælferð.

At Vinnumálaráðið er millum stigtakararnar er sjálvsagt og náttúrligt. Tí Vinnumálaráðið er týdningarmesta ráðið í tíðum sum hesum. Haðani eiga hugskotini um vinnuligan framburð at spretta. Haðani eiga átøk at fremjast fyri at seta ferð aftur á búskapin.

Tá peningarenslið í samfelagnum missir ferðina, kunnu vanliga væl riknar fyritøkur við støðugum arbeiðsplássum brádliga verða niðurbundnar og missa flogið vegna trot á tøkum peningi. Hetta er tíverri hent fyri fleiri føroyskar fyritøkur. Tá er umráðandi at hava eina virkisfúsa politiska skipan, sum ikki óttast fyri at seta tiltøk í verk fyri at halda búskapinum uppi. Flestu lond, sum er rakt av fíggjarkreppuni, hava fyri langari tíð síðani sett krepputiltøk í verk, sum í stóran mun hava havt til endamáls at seta ferð aftur á peningarenslið. Tað er við til at halda dyrnum opnum fyri útboði og eftirspurningi, sum er grundarlagið undir øllum búskapi.

Einum slíkum politikki hava vit ferð eftir ferð spurt eftir í Føroyum. Meðan 2.000 føroyingar eru vorðnir arbeiðsleysir á privata arbeiðsmarknaðinum, er talið av fólki í almenna geiranum alsamt vaksið. Hetta hongur ikki saman. Tað eru vinnan og privatu arbeiðsplássini, sum við síni vinnuskapan skulu fíggja almennu arbeiðsplássini. Nú tá 2.000 arbeiðspláss í privata geiranum eru minni at gera gott við, átti ein náttúrlig avleiðing verið, at almenni sektorurin fylgir við í niðurgongdini. Tí annars doyggja vit rentudeyðan, áðrenn vit hava fingið vent okkum. Í roynd og veru lána almennu Føroyar í 2010 800 milliónir at fíggja 2.000 almenn arbeiðspláss. Ongin torir at hugsa tankan, hvat hevði hent við vælferðini, um hesi 2.000 alment løntu sótu við hús. Men um vit tora at hugsa tankan ella ei, so verður tað veruleiki um 3-4 ár, um ikki okkurt annað hendir.

Tí er átakið frá Vinnumálaráðnum saman við peningastovnum og øðrum privatum íleggjarum ein glotti í tokuni. Eitt neyðugt átak og ein gongd leið fyri at vaksa um búskapin.

Bill Justinussen, løgtingsmaður

http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/MyndaSavn/Valevni2008/Bill Justinussen 5.jpg 21. apríl 2010 Landsfundur Miðfloksins 2010 http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=438 Miðflokkurin heldur landsfund leygardagin 24. apríl. Fundurin verður í Løkshøll í Runavík.

Kl. 09 er morgunmatur og kaffi, og kl. 09.30 verður fundurin settur.

Skrá sambært viðtøkunum.

Uml. kl. 13 verður ein góður biti.

Kl. 14.30 verður pallborðsorðaskifti um spurningin "Hvussu hava Føroyar tað?".

Við pallborðið sita:

- Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost

- Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtak

- Mary í Garði, stjóri á Nærverkinum

- Sigurd Poulsen, Landsbankastjóri

Eftir orðaskifti, heldur fundurin áfram.
http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/loksholl.jpg 5. apríl 2010 CTD genkanningar http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=437 Nær fara genkanningar fyri CTD og møguliga aðrar arvaligar sjúkur at standa føringum í boði?

Jenis av Rana hevur sett fram fylgjandi fyrispurning

Viðmerkingar:
Arvaliga sjúkan CTD tykist hava ligið sum ein hóttan undir føroyska samfelagnum í fleiri ár enn flestu okkara ímynda okkum, og eingin ivi man vera um, at hon gjøgnum árini hevur kravt fleiri mannalív enn vit gruna.

Tíbetur er grundarlag hennara um at verða avdúkað og viðgerðarmøguleikarnir tøkir. Men enn eru nógvir spurningar, sum serfrøðin ikki megnar svara.  Ein av hesum er støða beraranna, teirra, sum bara sjúkuna víðari, og har sjúk børn kunnu spyrjast burturúr, um bæði foreldur eru berarar.

Løgna er,  at her á landi, har sjúkan er so útbreidd, verður lítið og einki gjørt fyri at finna berararnar, sum á hendan hátt liva í stórstu óvissu, bæði fyri egnari heilsu, men eisini fyri framtíðarútlitum barna teirra.

Harnæst er stór ógreiða við teimum blóðroyndum, ið verða tyknar, har borgarin sjálvur rindar egingjald. Har er skipanin hon,  at hvørki tann, ið blóðroyndina hevur latið, ella læknin hjá viðkomandi, fáa svar upá hesar royndir, uttan at royndin vísir greitt lág og viðgerðarkrevjandi tøl. Tvs. at t.d. berarar ikki fáa kunnleika um carnitinstøði sítt- heldur ikki egni lækni teirra.

Spurningur:
Nær fara  genkanningar fyri CTD og møguliga aðrar arvaligar sjúkur at standa føringum í boði?

Nær fer føroyska heilsuverkið at viðurkenna, eins og stórur partur av heilsuserfrøðini ger, at berarar av sjúkuni CTD ikki uttan víðari kunnu klassificerast sum frískir.

Nær verður møguligt hjá borgaranum og kommunulækna hansara at fáa innlit í tey CTD virðir, sum tann einstaki hevur fingið kannað- og partvíst goldið sjálvur?

http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/landssjukrahus.jpg 5. apríl 2010 Jenis spyr Jóhan Dahl um rúsdrekkapolitikk http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=436 Jenis hevur sett landsstýrismanninum í vinnumálum, Jóhan Dahl, tveir spurningar um rúsdrekkapolitikkin.

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í vinnumálum:

Havnin h. 02.04.2010

Viðmerkingar:

Í grein í fjølmiðli í seinastu viku, har landsstýrismaðurin royndi at verja avgerð sína um at víðka upplatingartíðirnar hjá rúsuni, og harvið atkomuligheitina til rúsdrekka,  boðar hesin m.a. frá, at: …” landsstýrismaðurin ivast ikki í, at rúsdrekkasølan og hennara fólk gera eitt munagott arbeiði, tá tað snýr seg um at kunna fólk um vandarnar við alkoholi”…..

Mitt í sorgini um høpis- og ábyrgdarleysu avgerð landsstýrsins kveikja hesir upplýsingar landsstýrismansins vón. Vit kenna jú øll til tey ovurhonds skaðiligu árin virksemi rúsunnar hevur á føroyska samfelagið, men fægstu munnu kenna til tað fyribyrgjandi arbeiði, landsstýrismaðurin sipar til at hendan fremur. Tí verður landsstýrismaðurin biðin svara niðanfyristandandi fyrispurningi, sum ljóðar:

Spurningur:

Kann landsstýrismaðurin greiða løgtinginum frá, hvussu hetta ” kunnandi arbeiði um vandarnar við alkoholi”, sum hann sigur rúsdrekkasølan fremur, reint ítøkiliga er skipað?

Er t.d. talan um ávarandi faldarar, ið rúsan gevur út, um kunnandi plakatir, sum hanga frammi og sum lýsa skaðaárin rúsdrekka, um granskingararbeiði í sorgarleikunum, ið standast av rúsdrekka- ella heilt onnur tiltøk?

Jenis av Rana

Havnin h. 02.04.2010

Munnligur fyrispurningur til Landsstýrismannin í vinnumálum.

Viðmerkingar:

Øll serkøn innan rúsdrekkagransking, og fólk við kunnleika til skaðiligu fylgurnar rúsdrekka hevur, eru á einum máli um, at prísur og atkomuligheit eru tvey parametur, ið hava størstu ávirkan á nýtsluna.

Í sambandi við, at landsstýrismaðurin hevði ætlanir um at økja atkomuligheitina, við at geva Rúsuni loyvi at hava opið leygardagar, boðaði fólkaheilsráðið, sb. fjølmiðlunum, frá, at ”royndirnar frá Svøríki vísa, at tá upplatingartíðirnar hjá monopolinum vórðu víðkaðar, vaks rúsdrekkasølan”. Og ráðið mælti tí til, at prísurin ”eigur at fara upp”, um hetta verður gjørt.

Men so varð ikki. Landsstýrismaðurin víðkaði upplatingartíðirnar, men uttan at broyta prísirnar. Soleiðis verður gingið beint móti svensku royndunum, sum fólkaheilsuráðið vísir til, við tí fylgju at útlit eru til at nýtslan hækkar.

Havandi í huga oyðileggjandi fylgurnar rúsdrekka hevur á einstaklingar, familjur, heilsu, arbeiðsførleika v.m, og sorgarleikirnar, ið standast av hesi nýtslu, t.d. umsorganarsvíkjan av børnum, oyðileggjan av heilsu, syndran av familjum, arbeiðsskaðar, ovurhonds óneyðugar útreiðslur á heilsu- og almennaøkinum- og vit kundu hildi á í tað óendaliga, tykist í fyrsta lagi avgerð landsstýrisins undarlig, fyri ikki at siga ábyrgdarleys, men harnæst eisini óskiljandi, at landsstýrið ikki byrgir upp fyri øktari sølu, við at fylgja ráðum fólkaheilsuráðsins.

Spurningur:

Kann landsstýrismaðurin greiða løgtinginum frá, hví hann ikki tekur til eftirtektar tær royndir og tey ráð, sum fólkaheilsuráðið vísir til og kemur við, viðvíkjandi øktu upplatingartíðunum, og harvið øktu atkomuligheitini í rúsdrekkasølum landsins.

Jenis av Rana

http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/Jenis.jpg 5. apríl 2010 Bíðirøðirnar hjá Johan Dahl http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=435 Tankar í sambandi við, at Johan Dahl nú hevur givið Rúsuni loyvi at hava opið leygardag fyri at stytta um bíðirøðirnar fríggjadag seinnapart.

Á Landssjúkrahúsinum sita fólk í longum bíðirøðum. Nøkur bíða eftir at sleppa til røntgenkanning og nøkur bíða uttanfyri skaðastovuna. Onnur bíða eftir at fáa tíð hjá neurologi, giktalækna, sálarsjúkulækna ella barnapsykiatara. Mong bíða eftir at sleppa til serviðgerð uttanlands. Á apotekunum eru bíðirøðirnar langar og drúgvar. Á Almannastovuni somuleiðis. Nøkur mugu brúka heilar dagar í telefonini at bíða eftir at fáa fatur á málsviðgeranum. Eldri fólk bíða í áravís eftir plássi á røktarheimi og sambýli.

Allastaðni verður bíðað. Tað er ein náttúrligur partur av lívinum. Fert tú til handils ein fríggjadag seinnapart, kanst tú lættliga enda í eini longri bíðirøð. Hóast tú veitst, at handilin eisini hevur opið leygardag.

Tí er tað óskiljandi, at tey, sum skulu keypa øl, vín og brennivín, nú fáa serviðgerð fyri at sleppa undan bíðirøðum. Hevði tað ikki verið meiri hóskiligt at stytt onkrar av hinum bíðirøðunum fyrst; t.d. á Landssjúkrahúsinum, á Almannastovuni ella aðrastaðni, har tørvurin er meira rímiligur?

Hvør er málbólkurin?

Tað er áhugavert at hugleiða um, hvør málbólkurin er. Eru tað tey, sum hava gott tamarhald á síni alkoholnýtslu og duga at leggja sítt innkeyp til rættis? Neyvan. Hesi vita, at allar vikur enda við einum vikuskifti, og at til ber at keypa bæði mánadag, týsdag, mikudag og hósdag, har bíðirøðirnar ikki eru so langar. Hvørji eru so tey, sum hava slíkan umráðandi tørv á at keypa rúsdrekka leygardag? Mítt git er “impuls”-keypararnir. Tey, sum ikki leggja til rættis, men keypa, um møguleikin er har. Millum hesi finnast ofrini og komandi misbrúkarar; tey, sum ikki megna at siga nei til eina freisting. Tey, sum møguliga høvdu verið edrú, um ikki var opið leygardag. Tey, sum vakna við hundasjúku leygarmorgun og hava brúk fyri onkrum styrkjandi, og sum nú eisini verða drukkin leygarkvøld.

Nøkur teirra fara at enda í øðrum bíðirøðum. Á Landssjúkrahúsinum, á Almannastovuni, á Blákross og Heilbrigdi. Og børnini hjá onkrum teirra og familja fara eisini at standa í bíðirøð eftir hjálp, tí enn ein alkoholikari er føddur.

Meðan vit bíða

Samfelagið liggur í stjórnar- og politikkloysi. Føroyingar hava nú í langa tíð bíðað eftir framsóknum vinnupolitikki, sum skapar fleiri arbeiðspláss, størri útflutningsvirði og dyggari búskap. Hetta neyðareggið, sum landsstýrismaðurin nú hevur vorpið, er  bert til skaða og ógagns, og kann í ringasta føri elva til, at ung arbeiðsleys finna upp á okkurt at gera leygardag, sum ikki fremur lív og vælferð.

Bíðirøðin við arbeiðsleysum økist. Bíðað verður eftir Johan Dahl, sum brúkar sína tíð upp á at stytta um bíðirøðirnar hjá Rúsuni.

Bill Justinussen,

løgtingsmaður

http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/MyndaSavn/Valevni2008/Bill Justinussen 5.jpg 5. apríl 2010 Fyribyrgjandi heimavitjanir http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=434 Miðflokkurin hevur sett fram uppskot um at skipa fyri fyribyrgjandi heimavitjanum til eldri.

Endamálið við hesum heimavitjanum, er at ein sjúkrarrøktarfrøðingur kemur á gátt hjá øllum heimabúgvandi, eldri enn 75 ár. Undir vitjanini verður spurt til heilsustøðuna, vælferðina og tørvir hjá tí heimabúgvandi. Serliga um tørvir eru á hjálpartólum og líknandi, at lætta um gerandisdagin.

Royndir vísa, at hetta er eitt sera gott og gevandi átak, og kann vera við til at leingja tíðina, tey eldru eru før fyri at vera heimabúgvandi.

Uppskotið kann lesast, við at trýsta HER
http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/MyndaSavn/newspapers.jpg 25. mars 2010 Stuðul til CTD heilivág http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=433 Loksins tykjast fjølmiðlar hava skilt, at sannleikin um sjúkuna CTD er álvarsligari og minni fýrkantað, enn heilsumyndugleikar okkara higartil hava valt at trúgva.

Gamalt er, at ivin eigur at koma tí ”sjúka” til góðar.

- ein áheitan á tilskotsnevndina fyri heilivág viðvíkjandi stuðli til CTD heilivág.
- og til heilsumyndugleikarnar um at loyva genkanningum fyri at finna berarar
av CTD.

Loksins tykjast fjølmiðlar hava skilt, at sannleikin um sjúkuna CTD er álvarsligari og minni fýrkantað, enn heilsumyndugleikar okkara higartil hava valt at trúgva. Ikki tí, teir hava væl vitað tað, tí meira enn ein, bæði úr læknafakliga og úr sjúkuumhvørv-inum, hava áður alment gjørt vart við, at málið er meira komplekst enn myndugleik-arnir hava viljað verið við. Hesi, hvørs hugsanir nú tykjast fáa ljóð, vita, at vitanin um CTD er ov lítið ítøkilig til, at so avgjørdar avgerðir viðvíkjandi sjúku ella ikki, genkanningum ella ikki og tilskoti til carnitin ella ikki kunnu verða tiknar so avgjørdar, einvísar, og miskunnarleysar.

Sannleikin er jú, at læknavísindin, vegna vantandi kunnleika til sjúkuna CTD, til røttu kanningarhættirnir og til symptomir og viðgerðir av berarum, als ikki er samd- og hevur ymisk tilmæli. Nøkur meta avgjørd, at øll, ið so ynskja, eiga at fáa framda fullkomna kanning, herundir genkanning, og hesi eru somikið eyðmjúk, at tey, til granskingin sigur nakað annað, mæla til viðgerð av berarum- og sjálvsagt eisini stuðul til hesa viðgerð.

Gamalt er, at ivin eigur at koma tí ” ákærda ” til góðar- og tá um sjúku viðvíkir, átti eingin sum helst ivi at verið. Vit eiga bæði at kanna, viðgera og stuðla teimum, sum á nakran hátt kunnu hugsast at vera sjúk ella berarar av hesi álvarsligu sjúkuni, meðan granskingin leitar eftir einum svari, sum vónandi, áðrenn leingi frálíður, gevur okkum fullkomna svarið um hesa sjúkuna.

Jenis av Rana

http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/landssjukrahus.jpg 25. mars 2010 Politiski kvøldskúlin nærkast endanum http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=432 Í vetrarhálvuni hevur Miðflokkurin skipa fyri politiskum kvøldskúla, har uml. 50 eldhugaðir luttakarar hava hoyrt nakrar av royndastu persónunum innan síni øki greiða frá.

Talan hevur verið um nøkur sera áhugaverd kvøld, har ymiskir vinklar av tí politiska lívinum hava verið lýstir, umframt mannagongdir og onnur viðurskifti.

Higartil hava vit havt luttøku av:

Sjúrða Skaale: ið greiddi frá hugtakinum politikkur, og lýsti politisku skipanina

Magna Laksáfoss: ið greiddi frá búskaparpolitikki, og ymisk búskaparviðurskifti, ið eru viðkomandi fyri dagsins samfelag

Høgna Joensen: ið lýsti dagligdagin í løgtinginum og mannagongdi´r

Øssur Winthereig: ið lýsti politik og fjølmiðlar,og hvussu partarnir eiga og kunnu "brúka hvønn annan"

Annfinn Kallsberg: ið greiddi frá um fíggjarlógina, og hvussu tilgongdin er at smíða eina fíggjarlóg

Hjørdis Háberg Petersen: ið greiddi frá um kvinnur í politikki

Enn eiga vit tilgóðar at hoyra nærri um kristni/etikkur og politikkur.

Seinasta kvøldið á skránni verður leygardagin 20. mars, og verður hetta á Hotel Hafnia. Skeiðið endar við at allir luttakarar fáa handað eitt skeiðsprógv, og verða bodnir til eina góða máltíð.

Og hvør veit um líknandi tiltak verður skipað aftur seinni? Hetta hevur í øllum førum verið eitt sera væleydna tiltak, og undirtøkan hevur verið sera góð.
http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/studentaskulin_hoydalar.jpg 4. mars 2010 Bill spyr Jacob Vestergaard um burðardygd http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=429 Spurningurin varð settur munnliga fyri 14 døgum síðani, men tá varð landsstýrismaðurin ikki á fundi. Í hansara stað svaraði løgmaður spurninginum, men av tí at tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum er myndugleikin á fiskivinnuøkinum, er neyðugt at fáa staðfest, hvør hansara tulking av hugtakinum BURÐARDYGD er. Viðmerkingarnar til spurningin vóru hesar:

Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, viðvíkjandi burðardygd

1. Hvussu definerar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hugtakið BURÐARDYGD og burðardygga veiðu?

2. Er hin føroyska almenna allýsingin av hugtakinum BURÐARDYGD hin sama sum aðrastaðni í heiminum, m.a. hjá okkara keyparum?

3. Er landsstýrismansins og Fiskimálaráðsins allýsing av heitinum hin sama sum hjá Havstovuni?

Spurningurin varð settur munnliga fyri 14 døgum síðani, men tá varð landsstýrismaðurin ikki á fundi. Í hansara stað svaraði løgmaður spurninginum, men av tí at tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum er myndugleikin á fiskivinnuøkinum, er neyðugt at fáa staðfest, hvør hansara tulking av hugtakinum BURÐARDYGD er. Viðmerkingarnar til spurningin vóru hesar:

Helst hevur heitið burðardygd verið fyrstu ferð nýtt sum alment galdandi og góðkent hugtak síðani 1987, tá hetta heitið varð nýtt í sonevndu Brundtland-frágreiðingini um umhvørvis- og menningarpolitikk kring heimin. Í hesi frágreiðing verður hugtakið burðardygd at skilja so, at vit kunnu troyta náttúru og umhvørvi í tann mun, at núlivandi ættarlið og umhvørvi fáa sum mest burturúr uttan at gera seg inn á møguleikarnar hjá komandi ættarliðum eisini at fáa sum mest burturúr.

Havstovan, sum er føroyski vitanar- og granskingardepilin innan fiskivinnu, hevur í mong ár fílst á, at ov nógv verður tikið úr okkara fiskastovnum, og at hetta kann vera ein orsøk til, at serliga toska- og hýsustovnarnir eru so sera óstøðugir. Politikkarar, sum ikki eru vísindafólk, hava tikið sær rætt til at vera samdir ella ósamdir við okkara egnu serfrøðingar, og hevur politiskur hugburður verið orsøk til, at lívfrøðiligu tilmælini so at siga ongantíð eru fylgd við einum einasta undantaki, og tað var á Ólavsøku í 2008, tá táverandi fiskimálaráðharri legði sítt uppskot um fiskidagar undir lívfrøðisligu serfrøðina á Havstovuni.

Ósemjan stendur við og versnar, tí onki er, sum bendir á, at núsitandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum ætlar at fylgja lívfrøðiligum tilmælum, hóast greiðar ábendingar eru um, at tað hevði verið gongda leiðin fyri verandi og komandi ættarlið, fyri landsbúskapin og fyri vælferðina.

Glyvrar, hin 22. februar 2010

Bill Justinussen
http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/skalaberg.jpg 4. mars 2010 Bill viðmerkir "avrikslistan" hjá samgonguni http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=428 Hetta er løgnasta skjal, eg havi lisið í míni tíð sum politikkari. Var landsstýris-samgongan eitt fótbóltslið, sum ein viðhvørt fær fatan av, at tað er, so hevði avrikslýsingin eftir dystin sæð soleiðis út:

Nú hevur samgongan kunngjørt eina "avrikslýsing". Greitt verður frá, hvørji mál, landsstýrissamgongan hevur avrikað, síðani hon varð skipað 26. septembur 2008. Hetta er løgnasta skjal, eg havi lisið í míni tíð sum politikkari. Var landsstýris-samgongan eitt fótbóltslið, sum ein viðhvørt fær fatan av, at tað er, so hevði avrikslýsingin eftir dystin sæð soleiðis út:

*    Allir ellivu møttu til dystin og vóru við upp á tað frá byrjan
*    Vit fingu 23 innkast í dystinum, og er hetta fyrstu ferð nakrantíð, at vit hava avrikað so nógv innkast í einum dysti
*    Sjey ferðir fingu vit hornaspark, og vit tóku øll sjey hornasparkini í sátt og semju millum allar partar
*    Vit framdu 3 útskiftingar, og tað var fult í trá við tað, sum vit høvdu avtalað áðrenn dystin, og kunnu tí staðfesta, at vit hava hildið gjørdar avtalur
*    Vit gjørdu 5 fríspørk, men tað gera øll onnur lið eisini
*    Málmaðurin skjeyt 16 málspørk, og var tað reint faktisk meiri, enn vit høvdu vónað; enn eitt megnaravrik
*    4 blivu óðir og hóttu við at rýma, men við góðum innsatsi frá øllum, megnaðu vit at varðveita góða stevið allan dystin
*    Hóast vit taptu 10-0 hava vit valt at fokusera upp á tað positiva og gloyma tað negativa

Avrikslýsingin hjá landsstýrinum er so full av sjálvsøgdum og náttúrligum "avrikum", at merkingin av orðinum "avrik" er fullkomiliga oyðiløgd í føroyska málinum. Alla mína tíð hevur man tosað um avrik, tá talan veruliga hevur verið um avrik. At fara upp um morgunin, eta morgunmat, busta tenn og vaska sær, lata hurðarnar aftur eftir sær, tá man fer út osfr. kallast ikki avrik. Tað kallast gerandislív. Nú verður gerandislívið hjá landsstýrinum og umsitingini kallað avrik, og hesi avrik eru nú givin út til lesnað hjá almenninginum.

Avrikslýsingin er soleiðis bygd upp, at hon endurgevur alt samgonguskjalið, og undir hvørjum broti í samgonguskjalinum, har landsstýrið hevur gjørt okkurt, verður avrikið skrivað bæði við reyðum og undirstrikað. Tað høpisleysa er, at mangan er onki samband millum tekstin í samgonguskjalinum og reyða avrikstekstin.

Eitt dømi er á síðu 4. Har stendur fyrst brotið úr samgonguskjalinum um fíggjar- og búskaparmál:

"Rembingarnar í altjóða og heimliga búskapinum kunnu  hava við sær minkandi inntøkur í landskassan. Samgongan miðar tí ímóti at fáa avlop á fíggjarlógina, at føra ein varnan búskapar- og fíggjarpolitik, at tálma sveiggjum í búskapinum og at víðka inntøkugrundarlagið."

Avrikslýsingin í sambandi við hetta brotið ljóðar soleiðis við reyðum og undirstrikað:

Fokus er á, at verandi og komandi fíggjarlógir fáa burtur bygnaðarliga hallið, uttan at hetta í ov stóran mun minkar um virksemið í samfelagnum

Bankapakki I og II eru settir í verk fyri at tryggja bankakervið.

Nýggj játtanarskipan er sett í gildi, ið setir nýggjar og sterkari karmar fyri øllum fíggjarlógararbeiðinum.

Legg til merkis, at samgongan longu 26. septembur 2008 visti, at inntøkur landskassans fóru at minka. Tí varð miðað ímóti at fáa avlop á fíggjalógina. Hevur samgongan "avrikað" tað við milliardahalli á fíggjarlógini? Hevur samgongan megnað at tálmað sveiggjum í búskapinum, nú arbeiðsloysið nærkast 10%? Ístaðin fyri at viðganga, at førdi fíggjarpolitikkurin er ein vanlukka, skrivar man bara eina nýggja samgonguorðing um, hvat man fer at fokusera upp á frameftir. Er tað eitt "avrik"? Og so rósar man sær av tveimum bankapakkum, sum eru tveittir í føvning føroyinga úr Danmørkini. Sum í fyrsta umfari hava kostað føroyska samfelagnum 400 mió. krónur. Og síðani dregur man nýggju játtanarskipanina inn sum avrikslýsing. Hóast tað var formansskapur Løgtingsins, sum 16. mars 2005 setti hol á hetta arbeiðið, sum ein embætismannabólkur hevur staðið fyri. Tað løgna er, at hóast hvørki bankapakkar ella játtanarskipan standa nevnd í samgonguskjalinum, verða hesi hálað fram sum politisk "avrik" hjá landsstýrinum.

Eitt annað dømi er á síðu 5. Har stendur í sambandi við orðingina í samgonguskjalinum um, at lætti verður givin við at taka sjúkrakassagjaldið av, at "lætti er givin við at taka av sjúkrakassagjaldið av".  Hetta er beinleiðis villeiðing, tí sjúkrakassagjaldið er ikki tikið, tað hevur bara skift navn. Nú eitur tað gjald til Heilsutrygd, men er júst tað sama sum sjúkrakassagjaldið. Og fyri tey flestu er talan um eitt hægri gjald enn frammanundan. At leiðandi politikkarar við løgmanni á odda koma sær at fara so lætt um sannleikan í síni neyð eftir at vísa á okkurt "avrik", sigur alt um politiska veruleikan.

Tað løgnasta er, at "avrikslistin" ikki nevnir eitt einasta av øllum teimum vánaligu avrikum, sum eyðkenna hesa samgonguna. Tilvildarligu og hjálparleysu spariátøkini, sum raka veikastu bólkarnar í samfelagnum verða ikki nevnd við einum orði. Tann avrikslistin hevði uttan iva fylt væl upp í soltna yvirlitinum hjá samgonguni, men tíverri eru teir ikki menn fyri at standa við sín politikk. Onki um sparingarnar á eldraøkinum. Onki um útsettar viðgerðir á landssjúkrahúsinum. Onki um ruðuleikan á økinum børn og ung. Onki um atfinningarnar uttan úr heimi um vantandi fiskivinnupolitikk og burðardygga veiðu. Hví??

Og meðan landsstýrið dusar sær norðri í Gjógv, har skráin er at rósa sær sjálvum og kanska eisini at fyrireika valstríð, økist arbeiðsloysið stútt og støðugt. Fiskivinnu-politikkurin liggur í atgerðarloysi, og úr øllum herðashornum rópa vinnulívsfólk og arbeiðarafeløg eftir einum veruligum politikki. Neyvan fer "avrikslýsingin" hjá samgonguni at flyta fjøll, og neyvan fara "avrikini" at imponera verkafólk, sum standa uttan arbeiði og vinnulívsfólk, sum standa við tómum ordrabókum.

Góði Kaj Leo! Legg frá tær ella skipa aðra samgongu. Nú tørvar okkum politikk, sum er viðkomandi fyri Føroyar og føroyingar, og sum aftur kann flyta okkum fram á leið sum samfelag. Við verandi kós fara vit á húsagang!

Bill Justinussen, løgtingsmaður

http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/MyndaSavn/Valevni2008/Bill Justinussen 5.jpg 17. februar 2010 Miðflokkurin hevur lagt fram uppskot til samtykar http://www.midflokkurin.fo/default.asp?page=3&id=427 - um rætt til løn undir frá veru vegna sjúku hjá børnum.

Uppskot til samtyktar um rætt til løn undir fráveru vegna sjúku hjá børnum.

Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna, hvussu man við lóg kann tryggja øllum arbeiðstakarum eins rætt til løn, tá tey eru heima hjá sjúkum børnum, og at leggja fram løgtingslógaruppskot við hesum endamáli.

Viðmerkingar:

Av teimum mest eyðsýndu munum, ið eru í ymisku sáttmálunum á arbeiðsmarknaðinum, sæð burtur frá lønarmunum, man munurin í pensjónsviðurskiftunum vera mest umtalaður og viðgjørdur. Tó dregur tíverri út við at finna eina virðiliga loysn á hesum øki, ið er so týdningarmikið fyri øll tey mongu, sum eru og verða við sviðusoð.

Ein annar munur, ið hetta uppskot Miðfloksins enn einaferð setur ljóskastaran á, og sum flokkurin vónar, at Løgtingið endiliga fer at taka lógvatak saman um at fáa loyst, er tann sjáldsami munur, ið er íkomin viðvíkjandi rættinum at kunna vera heima hjá sjúkum børnum uttan lønarmiss.

Hyggja vit sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum ígjøgnum, so er reyði tráðurin, at teir sáttmálar, ið almennu Føroyar hava gjørt við fakfeløg hjá flestu starvsettu sínum, geva arbeiðstakarum rætt til at vera heima hjá sjúkum barni í 10 dagar árliga við løn. Og flestu sáttmálar geva eisini sama rætt til upp til 20 dagar árliga, um fleiri børn eru. Dømi úr sáttmálaorðing er hendan:

… Stk. 2. Starvsfólk kann fáa frí við løn, tá ið barn/børn tess er/eru sjúk, tó í mesta lagi í 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar um árið. Eigur tað fleiri enn 2 børn undir 10 ár, kann tað fáa frí upp í 20 dagar um árið"…( orðing úr sátmála millum magistarafelagið og tað almenna).

Her er talan um virðismikil rættindi, men rættindi, sum tó ikki unnast øllum íbúgvum samfelagsins. Kaga vit nevniliga ígjøgnum sáttmálarnar á privata arbeiðsmarknaðinum, so geva hesir ikki slík rættindi, tvs. at borgar í sama samfelag hava ikki somu rættindi - ella vit kundu sagt, at børn og foreldur hava ikki eins sømdir, tá um sjúku hjá barni viðvíkur.

Leggjast skal afturat, at dømi er um, at almenni myndugleikin, uttan at viðkomandi felag arbeiðstakaranna hevði hetta við sum sáttmálaynski, undir sáttmálasamráðingum av sínum eintingum bjóðaði hesar sømdir omaná til limir felagsins.

Miðflokkurin metir og vónar, at Løgting og Landsstýri sær hendan eyðsýnda mismun og vil vera við til at rætta hann. Hetta kann t.d verða gjørt við einari sosialari skipan, ella sum skylda, ið verður áløgd arbeiðsgevaranum, ella møguliga á heilt annan hátt. Umráðandi er at málið loksins verður loyst, tí hyggja vit at tí bólki, ið á hendan hátt er fyri vanbýti, er talan um tey, sum hava lægstu løn og vánaligastu pensjónsskipan. Vit kunnu ímynda okkum ávirkana á húsarhald og mánaðarløn teirra, um fleiri børn í familjuni eru  sjúk og krevja at mamma ella pápi eru heima- uttan løn.

Meta vit um vilja Løgtingsins, er væl ongin ivi um hendan í hesum máli, tí seinastu 4 árini hava nærum allir flokkar verið við til at lagt fram uppskot til loysn á tí- Miðflokkurin 24. juli 2006 ,  landsstýrismaður javnaðarfloksins 31. oktober 2007 og Fólkaflokkurin, Sambands-flokkurin og Sjálvstýrisflokkurin h. 7 marts 2008. Og hartil hevur tjóðveldisflokkurin undir viðgerðum verið jaligur til broytingar.

Mettar útreiðslur av uppkotinum eru m.a. gjørdar í sb. við tvey av omanfyrinevndu, uppskot  miðfloksins í 2006, har landsstýrismaðurin á økinum metti útreiðslurnar til 2.6 mió og í uppskoti Landsstyrismansins frá 2007, har hesin nágreinaði tær til knappar 1,5 mió.

Á Løgtingi í februar 2010

Bill Justinussen   Karsten Hansen   Jenis av Rana

http://www.midflokkurin.fo/imgFullsize.asp?image=upload/MyndaSavn/mynd2.jpg 15. februar 2010