Almannamál
Góð lívskor verða tryggjað øllum, sum vegna aldur, sjúku, óhapp v.m. ikki eru før fyri at tryggja sær hetta sjálvi.
Miðspjaðing av sosialu fyrisitingini eigur at fremjast.
Gomlum og sjúkum eiga at verða skaptir møguleikar, so tey kunnu verða í egnum umhvørvi so leingi til ber.
Fíggjarligur møguleiki eigur at bjóðast avvarandi at hjálpa óhjálpnum, og døgnvaktarskipan eigur at standa øllum í boði, sum hava tørv á tí.
Umlættingarmøguleikar eiga at standa øllum í boði, sum hava tørv á tí.
Vardar íbúðir eiga at vera ein valmøguleiki hjá eldri og brekaðum.
Brúkarin eigur at fáa størri ávirkan á ætlanir og menning innan almannaøkið.
Serforsorgin verður skipað í hókandi eindum kring landið, og eiga skúla-, arbeiðs- og bústaðarmøguleikar at standa í boði í nærumhvørvi brúkarans.
Í menningini av samfelagnum eigur hædd at takast fyri borgarum, ið hava brek. Soleiðis má ótarnað atgongd verða til almennar stovnar og tænastur.
Endurútbúgvingarmøguleiki eigur at standa øllum við serligum tørvi í boði.
Øllum pensionistum verða tryggjaðar virðiligar fíggjarligar umstøður á lívskvøldinum.
Rørslutarnaðum eiga at standa mannsømiligir íbúðar-, frálæru- og arbeiðsmøguleikar í boði.

