1. Bústaðarpolitikkurin skal vera familjuvinarligur. Góður og rúmligur bústaður er av størsta týdningi fyri eitt sunt familjulív og fyri menningina hjá einstaklinginum.
2. Øll hava rætt til góðan bústað. Tann einstaki borgarin skal hava møguleikan at velja sær sín egna bústað grundað á persónlig, familjulig og fíggjarlig viðurskifti.
3. Húsalánsgrunnurin verður umskipaður til at kunna fíggja- og stuðla undir alternativ bústaðarmynstur.
4. Viðurskiftini á leigumarknaðinum verða skipað við lóg

