1. Skattastigin eigur at vera vaksandi, so breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar.
2. Skattligir fyrimunir skulu vera av at liva í hjúnarlagi. Hjún verða álíknaði av helvtarbýti av skattskyldugu inntøkuni.
3. Ungdómsuppsparing verður stuðlað.
4. Ognarskatturin verður ikki settur í verk.
5. MVG eigur ikki at verða kravt av tilfari og arbeiðsløn til samkomu-ungdóms- og ítróttarhús.
6 Feløg og grunnar við siðmennandi og vælgerandi endamálum eiga ikki at vera skattskyldug. Skattafrádráttur verður loyvdur fyri gávur til vælgerandi endamál.
7. Miðað verður móti, at fíggjarlóg landsins skal altíð javnviga uttan lántøku til javnvág.

