1. Øllum borgarum landsins eigur tilboð um bestu heilsu- og sjúkrarøkt at standa í boði.
2. Dentur skal leggjast á fyribyrgjandi virksemi, og eigur miðvís upplýsing um heilsufremjandi tiltøk at mennast.
3. Miðvíst eigur at vera arbeitt ímóti rúsevnismisnýtslu
4. Primera heilsutænastan eigur at útbyggjast, og virkast skal fyri, at brúkarin í størst møguligan mun kann vera í egnum umhvørvi. Døgnvaktarskipan hjá nærhjálpini verða at seta í verk um alt landið.
5. Heilsuverkið og verandi sjúkrahús skulu fáast at virka sum ein eind og útbyggjast samsvarandi hesum.
6. Upplýsing um sjúkuna AIDS eigur at fremjast í trá við Bíbliunnar áskoðan um samlív millum mann og kvinnu.
7. Allir sonevndir alternativir viðgerðarhættir mugu kannast til grundar, áðrenn loyvi verður givið til praktiseran, fyri at tryggja samfelagið móti teimum av hesum, sum hava røtur í heidnum/okkultum/eysturlendskum mentanum.
8. Einrøktan, t.e. cloning, eigur ikki rúm í einum kristnum samfelagi, og royndir á hesum øki eiga tí at verða bannaðar.

