Hvørji eru vit – hvat ætla vit – hvar standa vit
Miðflokkurin vil:
1. at kristna lívsáskoðanin eyðkennir samfelagið
2. verja menniskjalívið frá giting til náttúrligan deyða
3. at lóggávan er hjúnarbandsvinarlig og verjir heimið
4. at sjúk, gomul og brekað fáa trygg og góð lívskor
5. at miðvíst verður arbeitt fyri at minka um alkohol- og rúsevnismisnýtsluna
6. at fjøltáttað arbeiðs- og útbúgvingartilboð standa unga ættarliðinum í boði
7. at almennar tænastur eru á góðum og tryggum støði. Borgaranum eigur at verða veitt viðgerðartrygd
8. at væl verður húsast við skattaborgarans peningi
9. at arbeiði er til allar vinnuførar hendur
10. at tað skal loysa seg at arbeiða
11. at røktin av fiskiríkidømi okkara tekur hædd fyri, at hetta Gudgivna tilfeingið er ogn alra føroyinga
12. at vinnulívinum verður veitt góð kor at virka undir
13. at frískúlar verða settir á stovn
14. at fíggjarligi einkarættur kringvarpsins verður tikin av
15. at umhvørvisdálkingin verður tikin í álvara og at dentur verður lagdur á at fyribyrja dálking
16. at Føroyar fara ikki uppí ES (EU), men í staðin tryggja góðar handilsavtalur við EU eins og við onnur lond og felagsskapir
Hini 16 punktini blivu orðaði sum fyrsta arbeiðsætlan og útkast til stevnuskrá, tá arbeiðið at skipa Miðflokkin fór í gongd. Hetta vóru uppruna málini, fólkini aftanfyri stovnanina av flokkinum, ynsktu at arbeiða fyri. So hetta er bæði áhugavert í søguligum høpi, og sum ein mátisnórur fyri arbeiðinum hjá flokkinum.

