1. Mentunnarpolitikkurin eigur at verða rikin samsvarandi kristna grundstøðinum.

2. Flokkurin ynskir at stuðla mentan og list, sum ikki brýtur niður, men sum avspeglar og fremur eina sunna lívsáskoðan

3. Kristnar samkomur skulu hava góðar umstøður at virka í og hava loyvi til at arbeiða frítt eftir egnu sannføring og kunna ráða egnum viðurskiftum.

4. Samfelagið eigur at verja skrivi- og talufrælsið, men má mótarbeiða misnýtslu á hesum øki.

5. Niðanfyri endurgivnu orð Paulusar í brævinum til tey kristnu í Filippi vilja til allar tíðir vera virðilig sum mentanarpolitisk mál: “Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!”

6. Almenna Kringvarpið eigur at vera tikið av, og núverandi uppgávur tess eiga at vera útbjóðaðar til privatar støðir gjøgnum sokallaðar Public Service sáttmálar.

7. Lokal sjón- og útvarp, sum eru lyndismennandi og uppbyggjandi, eiga at fáa bestu kor at virka undir.

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net