1. Flokkurin er ímóti ES-limaskapi. Samarbeiði okkara við onnur lond eigur at byggja á sjálvstøðugar handils- og fiskivinnuavtalur við allar heimsins tjóðir.
2. Samstarvið í útnorði og við norðurlond skal mennast.
3. Miðvíst eigur at verða virka fyri samstarvi við aðrar tjóðir á teim kunnleikaøkjum vit eru bestir til. “know-how”, sum t.d. á sjóvinnuøkinum.
4. Kærleiksboðið gevur okkum skyldu til at veita teimum hjálp, ið eru verri fyri, bæði innanlands og uttanlands. Tí eigur landið at veita eina virðiliga neyð-/menningarhjálp.
5. Føroyar stuðla Ísrael í stríði landsins fyri tryggleika og friði.

