1. Hædd skal verða tikin fyri teimum menniskjaligu virðunum, tá íløgur og útbyggingar gerast á samferðsluøkinum. Samferðslan er til fyri menniskjunnar trivnað og vælferð, og tí eigur dentur at verða lagdur á TRYGD hins einstaka, so mannalív verða spard.

2. O- hugsjónin eigur at vera málið, ið virkað verður eftir á øllum samferðsluøkinum.

3. Broytingar og ný- og útbyggingar eiga altíð at verða gjørdar við atliti at rørslutarnaðum.

4. Miðað verður móti privatisering á øllum økjum innan samferðsluna, so hon so við og við verður óheft av landskassanum. Tó er neyðugt at halda uppi ávísum flutningstænastum til útjaðarøkir fyri landsins rokning sum ein liður í bygdarmenning

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net