1. Fólkaskúlin skal geva børnunum møguleika at menna seg til frælsar, sjálvstøðugar og ábyrgdarfullar borgarar við neyðugari grundvitan og við einum sunnum hugburði. Fólkaskúlin, sum er eitt tilboð til børnini og ein partur av teirra uppaling, skal leggja dent á, at frálæran fer fram í neyvum samráði við foreldrini og við einum greiðum ábyrgdarbýti millum heim og skúla.Frálæran í Fólkaskúlanum verður skipað við útgangsstøði í tí einstaka næminginum, og frálæran verður tillagað mest møguligt tí støði, hvør einstakur næmingur er á. Skiftið frá ansingarstovni til skúla eigur at samskipast við einum tættari samstarvi millum lærarar og námsfrøðingar tey fyrstu skúlaárini hjá barninum. Alt frálærutilfar eigur at vera á føroyskum

2. Orð Guds, Bíblian, eigur at vera grundarlagið undir frálærutilfari, og eigur frálæran á ongan hátt at mótstríða Bíbliunnar boðskapi. Kristnilæran, sum er lyndismennandi, eigur at byggja á Bíbliunnar boðskap, og bert játtandi trúgvandi eiga at kunna undirvísa í kristni.

3. Reglulig morgunandakt eigur at vera í øllum fólkaskúlum, og frítt eigur at vera hjá næmingum at skipa fyri bøn og andakt í fríkorterum.

4. Til tess at skapa trygd fyri einum fjølbroyttum útbúgvingartilboði, eiga frískúlar, íð byggja á bíbilska grundstøðið, at vera stuðlaðir eins og aðrir mennandi skúlar. Kvøld- og frítíðarfrálæra eigur at hava bestu umstøður.

5. Øll lesandi eiga sama rætt til lestrar- og uppihaldsstuðul, uttan mun til hvar í heiminum tey fáa sær útbúgving.

6. Skúlaskipanin skal gerast einfaldari, og størri avgerðarrættur skal liggja hjá einstaka skúlanum, so umsiting og fyrisiting verður einføld, liðilig og ódýr.

7. Næmingum í fólkaskúlanum eigur at standa í boði frálæra í deyvamáli og blindaskrift.

8. Stuðul verður givin til bíbliuskúlar og til bíbliuskúlanæmingar á sama hátt, sum til annan lesnað.

9. Musikkskúlaskipanin verður stuðlað, so hon verður før fyri at veita øllum áhugaðum

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net