Um meg:
Navn: Dánjal Mouritsson Joensen
Føðidato: 20-11-87
Heimstaður: Tórshavn
Foreldur: Mourits M. Joensen og Guðrið Stenseen
Hjúnarfelagi: Parlagið við Karin O. Lamhauge
Útbúgving: Múrari
Bústaður: Norðari ringvegur 11
Yrki: Múrari
Hjartamál: Fyrst og fremst at fáa hjarta inn aftur í politikkin
Politikkarir eiga at ganga á odda í niðurgangstíðum og fyrst skerja har sum teir sjálvir frossa. Eitt nú kunnu vit hyggja at pensiónini ella koyripeninginum hjá politikkarum sum er alt ov høg.
At vit nýggju polittikarar ikki enda í hasum spælinum við andstøðu og samgongu politikki. Um man situr í anstøðu so skal man ikki bara stemma nei fyri at samgongan ikki skal fáa uppskotið ígjøgnum og hinvegin.
Nýggjan handverkarapolitikk, so at tað loysir seg at læra og eisini skal tað gerast meira torført at stovna fyritøku. Múrarir, timburmenn og málarar skuldi haft eina víðariútbúgving uppá 2 ár, eins og eletrikarar. Eletrikarar kunnu ikki stovna virki uttan at verða elinstalatørar, tað betrar kvalitetin í vinnuni, ger at tað loysur seg at læra til eletrikara (ikki at vera ófaglærdur) og tryggjar kundan.
At vit byggja samfelagið við Bíbliuni sum grundarsein.
Teldupostur: danjal.m.joensen@gmail.com


