Um meg:
Navn: Rani Andrasson Skaalum
Føðidato: 15. novembur 1983
Heimstaður: Tórshavn
Foreldur: Andrass og Nicolina Skaalum
Hjúnarfelagi: Aleksandra Melo Skaalum
Útbúgving: Fólkaskúlalærari, Akademi útbúgving í leiðslu
Yrki: Lærari
Bústaður: Kristiansgøta 25
Teldupostur: skaalum.r@gmail.com
Hjartamál: Fremja áhugamál teirra ungu innan útbúgving, vinnu og mentan, har vit geva rúm fyri nýhugsan og Íverksetan. Ungdómurin er framtíð Føroya! Vit mugu vera sinnaði at gera neyðugu íløgurnar í okkara børn og ung. Hettar fyri at tryggja framhaldandi vøkstur og menning og eina trygga framtíð fyri Føroyar.
Afturat hesum vil eg virka fyri at tryggja børnunum ein virðiligan uppvøkstur. At tryggja teimum gomlu, ið hava bygt okkum hetta samfelag, eina virðiliga tilveru. At rættindi teirra, ið bera brek verða framt í verki.
At vit skulu føra ein skilagóðan fíggjar- og vinnupolitik, har vit vísa virðing fyri okkara Guðgivna tilfeingi og raðfesta hetta ríkidømi rætt.


